TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðu við Fritleif í Lambanum, liðskipara hjá ÍF, sum Tróndur gjørdi aftaná, at ÍF hevði vunnið 3-1 á B36 á heimavølli.
Fritleif var ógvuliga fegin um sigurin, og at tað eydnaðist ÍF at halda føroyameistarunum frá tí mesta. Nú gleða fuglfirðingar seg til fjórðingsfinalu ímóti Víkingi mikukvøldið. Fritleif slær fast: - Í Fuglafirði er tað bara ÍF, sum skal vinna.