Í dag fáa fýra sekkin

Fjórðingsfinalurnar í steypakappingini vera seinnapartin í dag

Klokkan seks í kvøld verður tað greitt, hvørji tey fýra liðini vera, sum skulu spæla hálvfinalu í kappingini um løgmanssteypið. Tríggjar fjórðingsfinalur vera klokkan 16, og ein verður klokkan 17.

 

 

Klokkan 16

Víkingur-KÍ: Lars Müller

EB/Streymur-NSÍ: Petur Reinert

AB-HB: Rúni Gaardbo

 

 

Klokkan 17

B68-ÍF: Ransin N. Djurhuus

 

 

Tað letur til, at líkindini at spæla fótbólt vera góð seinnapartin. Vindurin verður lítil og eingin av eystri og landnyrðingi, og tað verður skíggjað loft og onkra staðni mjørki. Hitin verður 8-10 stig. Seint seinnapartin fer tað onkra staðni at regna.