##med2##
Í sendingini "Triði Hálvleikur" á FM1 var ringt til nakrar formenn í feløgum, ið hava havt lið í Betrideildini hjá monnum í hesum kappingarárinum, og sum eru lidnir við fótbóltsárið tí lið teirra eru úti av steypakappingini.
Ætlandi fer FM1 at fáa fatur í fleiri formonnum í november fyri at fáa teir at taka samanum fótbóltsárið hjá teirra feløgum.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Samrøðu við 07 Vestur-formannin, Jón Nordendahl
2) Samrøðu við B68-formannin, Ian D. Jacobsen
3) Samrøðu við EB/Streyms-formannin, Fróða R. Petersen.
Formaðurin í 07 Vestur, Jón Nordendahl er tann sum kann fegnast mest. 07 Vestur er "Best of the Rest" í Betrideildini aftaná fleiri góð avrik gott fótbóltsspæl. Samstundis eru liðini hjá 07 Vestur í 2. deild og í 3. deild flutt upp so 07 Vestur hevur lið í trimum teimum ovastu deildunum komandi kappingarár. Kvinnuliðið hevur eisini staðið sína fyrstu roynd í bestu deildini, raksturin av felagnum er sunnur, og úrslitini hjá yngri liðunum boða frá góðum.
Ian D. Jacobsen stórfegnast um, at B68 rakk 25 stigum í Betrideildini. Teir í B68 vóru dømdir niður av serfrøðingunum undan kappingarbyrjanini, men við góðum avriki hjá liðnum sum hevur nógvar spælarar, ið eru uppaldir í B68 gekk sera væl. Nú ætlar B68 at gera tað enn betri.
Fróði R. Petersen hevði ynskt, at tað rakk eitt sindur longur í Betrideildini, og tað er eisini eitt afturstig, at næstbesta liðið datt úr 1. deild og niður í 2. deild til komandi kappingarár. Felagsliðið EB/Streymur/Skála stóð seg tó væl í bestu kvinnudeildini, og ungdómsfótbólturin er væl skipaður í EB/Streymi.
##med3##
##med4##













