Hyundai Matrix ? gjørdur í samstarvi við Pininfarina

Hyundai Matrix er gjørdur í samstarvi við italsku designarafyritøkun Pininfarina, sum er kend fyri at tekna bilar sum Ferrari og aðrar dýrar og sportligar luksusbilar. Talan er í hesum føri um ein rúmligan familjubil

 

Magnus Gunnarsson

????????????????????

 

 

Hyundai Motor Company, ið varð stovnað í Korea í 1967, er í dag heimsins 7.størsta bilverksmiðja. Teir hava sett sær sum mál at koma á eitt 5.pláss tey næstu 10 árini. Hyundai komu til Danmarkar í 1992, og hava nú ein lutfallsliga stóran part av danska marknaðinum.

 

Italskt design

 

Hugskotið við Hyundai Matrix var at gera ein rúmligan og fleksiblan MVP, sum skuldi liva upp til tey krøv, sum nútíðin setur til ein nútímans bil. Talan er um ein 5 persónabil til barnafamiljur, ið hava brúk fyri góðum plássi, og er ein rúmligan frítíðarbil. Fyri at fáa bilin at verða annarleiðis enn aðrir MPV bilar, er hesin gjørdur í samstarvi Pininfarina designarafyritøkuna í Italiu.

 

Væl innrættaður

 

Matrix er væl innrættaður við nógvum smáum rúmum at leggja lutir frá sær á. Á stólarygginum á framsetrunum eru flúgvaraborð til tey ferðandi á baksetrinum. Baksetrini kunnu hvør sær stillast aftur og fram, so pláss eisini er til tey við longum beinum, ella um brúk er fyri meira plássi til viðførið. Bilurin er væl útgjørdur, og hevur t.d. sentrallás, el-rútar aftan og framman, el-síðuspegl og alt annað sum er at finna í nútímans bilum.

 

Lættur at parkera

 

Nógv er eisini gjørt burtur úr trygdini, og Matrix hevur 4 airbag, ABS bremsur við EBD og nakkapútur við øll setrini. Kabinan er sera trygg við trygdarbjálkum inni í hurðunum og í botnplát-unum. Motorurin er ein 4 syl. 1.6 litur motor, við 16V og 103 hk. og er bæði orkusparandi og ljóðleysur. Koyrieginleikarnir eru í topp, og bilurin er lættur at seta frá sær, eisini har sum parkeringsviðurskiftini ikki eru so góð. Matrix hevur 3 ára ella 100.000 km mek. garanti og 6 ára rustgaranti.

 

Hyundai Matrix 1.6

 

Motorurin 4 syl. 1.6 litur 16V og 103 hk

 

0-100 km/t 12,7 sek.

 

Bensinnýtsla 12,5 km/l

 

Toppferð 170 km/t

 

Dekkstødd 185/65-14

 

Stødd

Longd 403,7 cm

Hædd 168,5 cm

 

Prísur kr. 152.750,-

 

Søluumboð: Sp/f Norðbil

Oyggjarvegur

FO-100 Tórshavn

Tlf.313707