Hýruvognar í Føroyum kunnu nú fáa taxametur

Samstundis fer tað nú at vera loyvt at hava størri hýruvognar enn nú

Nú fer tað at verða loyvt hjá hýruvognum í Føroyum at fáa gjaldsmálara, ella taxametur.

Tað merkir, at tey, sum leiga hýruvogn, skulu ikki longur rinda ein fastan prís fyri ávís strekki, men tey skulu gjalda, alt eftir, hvussu langt tey hava koyrt, men við einum ávísum grundprísi.

 

Landsstýrið fer í næstum at leggja uppskot fyri løgtingið um at broyta lógina um hýruvognskoyring.

Ein av broytingunum, er, at landsstýrismaðurin í vinnumálum kann geva kommununum loyvi til at lata hýruvognarnar í kommununi fáa gjaldsmálara, ella taxametur.

Men í serligum førum skal tað kortini bera til hava seravtalur við stovnar, feløg og fólk, um prísin fyri koyring, uttan at brúka gjaldsmálara.

Ein onnur broyting verður, at tað skal vera loyvt at hava størri hýruvognar enn teir, sum í dag.

Í dag kunnu hýruvognar í mesta lagi hava átta ferðafólk. Nú fer tað at bera til at hava hýruvognar, sum kunnu taka 11 ferðafólk, men teir stóru bilarnir mugu ikki vera meiri enn 10 prosent av øllum hýruvognunum á eini bilstøð.