Hvussu væl gongur Fiskavirking og hvør er møguligr keypari?

Oddagrein

Ein grundgevingin hjá landsstýrinum og Framtaksgrunninum at selja Føroya Fiskavirking er, at fyritøkan gongur væl, og at tað er best at selja, meðan felagið hevur avlop á hvørjum ári? Ein onnur er, at tað stendur í viðtøkunum, at Fiskavirking skal einskiljast. -Men gongur Fiskavirking so væl? Og hvør er ein møguligur keypari?

Fiskavirking hevur havt avlop, sum hevur ligið millum 15 og 20 mió.kr. tey seinastu árini. Fyritøkan umsetir fyri einar 700 mió.kr. og eginpeningurin er nakað oman fyri 100 mió.kr. Eftir føroyskum viðurskiftum er tað nógv at hava einar 15-18 mió.kr. í avlopi, men eftir útlendskum viðurskiftum er tað lítið og einki, so spurningurin hjá einstaklingum ella íløgufelagsskapum er, um Fiskavirking er eitt nóg áhugavert íløgumál. Í øllum førum er fíggjarliga afturberingin lítil.

Tí skulu óivað onnur endamál liggja til grund enn bara seta pening í fyri at fáa eitt árligt vinningsbýti. Tað skulu vit venda aftur til.

Tá vit tosa um, hvussu væl Fiskavirking gongur, eiga vit eisini at hava í huga, at Fiskavirking selir sjálv sínar fiskavørur. Vanliga tekur ein sølufyritøka í minsta lagi trý prosent í sølugjaldi. Siga vit, at Fiskavirking umsetir fyri 700 mió.kr., merkir tað, at Fiskavirking skuldi fingið einar 20 mió.kr. fyri at selja sínar egnu vørur.

Men avlopið er ikki so stórt. Tað merkir, at annaðhvørt fær Fiskavirking einki fyri at fyri arbeiða fiskin ella sínar fiskavørur. Tað merkir so, at henda fyritøkan og aðrar fiskasølur kappast ikki á jøvnum føti! Ella er hetta ein skeiv meting?

Tað er torført at siga, hvør er áhugaður at keypa Fiskavirking. Tað kann hugsast, at onkur útlendskur matvørurisi er áhugaður at fáa eitt bein inn um føroyska fiskivinnu, sum fær ráfiskin úr heimsins reinasta havumhvørvi. Og tað kann hugsast, at nøkur av teimum føroysku útgerðarvirkjunum, sum hava gingið væl seinastu árini, kasta seg saman at keypa Fiskavirking.

Nú skulu vit ikki fara at selja, men ein annar møguleiki er tað sterka íslendska flutningsfelagið Eimskip, sum óivað roynir at økja sín marknað, bæði her og aðrastaðni. Okkum vitandi hevur Eimskip keypt seg inn í vinnufyritøkur á Norðurlandinum, kanska fyri at tryggja sær flutning, og tað ber altíð til at seta spurnartekin við, um Eimskip ikki kann teljast millum møguligar keyparar ella íleggjarar.

Men eftir øllum at døma leggur landsstýrið sektin á, um útlendsk kapitaláhugamál fara við kjarnuni í føroyskari fiskivinnu á landi. Hetta er annars í andsøgn til tað politiska rákið, sum miðjar ímóti at yvirtaka málsøki, fáa ein sjálvberandi búskap og skipa fullveldi. Men meðan føroyingar skulu stýra landinum, kunnu útlendingar fara við fiskivinnuni, sum hóast alt er krumtappurin í føroyska samfelagnum!