Um tú ert á berajólum:
* Ynskir tú tær eina langa, eina stutta ella eina miðallanga útbúgving?
* Hugsa um, hvat motiverar teg. Lat vera við at hugsa um ítøkiligar útbúgvingar og hugsa í staðin um, hvat tú tímir, og hvat hevur tín áhuga. Tímir tú tøl, mál ella alis- og evnafrøði? Hava menniskju, djór ella list tín stóra áhuga? Vilt tú hava stóra ábyrgd, hava skiftandi arbeiðstíðir ella arbeiða 8-16? Hugsa um, hvat hevur týdning fyri teg.
* Hygg í bókina "Hvad kan jeg blive", sum væl kann peila teg inn á hvat økið, tú hevur áhuga fyri.
* Ynskir tú tær eina bókliga útbúgving, eina praktiska, ella skal tað vera eitt sindur av hvørjum?
* Vilt tú útbúgva teg í Føroyum, vilt tú til Danmarkar ella vilt tú longri út í heim? Hvussu við málsligum forðingum ella avbjóðingum?
* Práta við ymisk fólk, sum hava lesa ella sum hava lisið, og hoyr hvat tey hava at greiða frá um útbúgvingina. Spyr eisini fólk um, hvørjum tey arbeiða við, og hugsa um, um tú heldur tað ljóða áhugavert.
Tá tú skalt peila teg inn á nakrar fáar útbúgvingar:
* Kanna hvørjar útbúgvingar innihalda tað, tú tímir, og peila teg spakuliga nærri inn á nakrar fáar. Um tú til dømis tímir at fáast við mál, skalt tú so lesa føroyskt, spanskt, til tolk, retorik, journalistik ella okkurt heilt annað? Hvat sær mest áhugavert út?
* Kanna hvørjir møguleikar eru, spyr ein lestrarvegleiðara á miðnámskúlanum, á Altjóða Skrivstovuni ella á teimum ymsu lærustovnunum.
* Summar útbúgvingar snúgva seg í stóran mun um bólkaarbeiði, meðan aðrar ikki gera tað. Summar hava smá hold, meðan summi hava heilt stór. Hevur hetta nakran týdning fyri teg?
* Kanna hvørjar útbúgvingar tú kanst sleppa inn á við tínum prógvi og/ella royndum. Ynskir tú onkra útbúgving, har tú ikki lýkur krøvini, umhugsa so, um tú hevur hug at supplera og økja møguleikarnar, ella um tú heldur skalt velja okkurt annað.
* Kanna hvussu nógv verða upptikin á kvotu 2, um tú ikki lýkur krøvini til kvotu 1.
* Leita á heimasíðunum hjá ymsu útbúgvingarstovnunum og les lýsingarnar av ymsu útbúgvingunum.
* Kanna hvørjar karrieru- og arbeiðsmøguleikar tær útbúgvingarnar, tú kundi hugsað tær at farið undir, hava. Minst til, at útbúgvingin bert tekur fá ár, men tú skalt arbeiða restina av lívinum.
Tá tú skalt søkja:
* Lat vera við at vera søkja í seinastu løtu! Byrja at hugsa um umsóknir í góðari tíð, tí tað kann altíð vera okkurt prógv, sum tú ikki finnur ella aðrir trupulleikar, sum stinga seg upp.
* Lat vera við at snýta! Seinastu ferð onkur snýtti við próvnum, kostaði tað 4.000 kr, tríggjar mánaðar fongsulsrevsing og viðkomandi varð eisini tveittur út av útbúgvingini.
* Umhugsa, um tú kanst søkja við kvotu 1 ella tú skalt søkja við kvotu 2. Um tað vísir seg, at prógvið er nóg gott at sleppa inn við kvotu 1, men tú hevur søkt við kvotu 2, so missir tú ikki møguleikan, tí umsóknin verður bara løgd yvir í kvotu 1 bunkan.
* Søkir tú við kvotu 2, umhugsa so, hvussu tú skrivar umsóknina. Ger tær ómak og fá onkran at rættlesa hana.
* Tosa við fyrrverandi arbeiðsgevarar í góðari tíð, tí tað kann taka bæði dagar og vikur at fáa arbeiðsváttanir og -ummæli frá teimum.
* Vilt tú bara søkja eina útbúgving, ella vilt tú heldur søkja fleiri ymiskar?
* Søkir tú bert eina útbúgving, kanst tú søkja um stand-by pláss, soleiðis, at tú sleppur til, um onkur annar gevst aftur innan fyrsta mánaðin (og tú ikki slapp inn í fyrsta umfari). Søkir tú stand-by pláss sleppur tú við vissu inn árið eftir, um tað ikki lukkast hesuferð.
* Søkir tú fleiri ymiskar útbúgvingar, hugsa so um raðfestingina. Hvat vilt tú allarhelst, hvat vilt tú næsthelst og so víðari.
Um ikki gongst sum ætlað
* Um lesturin als ikki vísir seg vera tað, tú hevði væntað, so er eingin skomm at gevast og royna okkurt annað.
* Hugsa tó um, hvørt tú skalt halda á í eina lestrarhálvu og fáa nakrar próvtøkur við, soleiðis at tú kanst merit-yvirføra tað til eina aðra útbúgving, ella um tú vilt gevast umgangandi.
* Sleppur tú ikki inn á nakað, tú hevur søkt, ber til at fylgja við, tá restplássini verða kunngjørd. Tað eru altíð nøkur pláss eftir á ymsum útbúgvingum, og tá er øllum frítt fyri at søkja. Tað kundi hent, at okkurt tiltalaði teg har.
* Kanna, um tú kanst gera nakað fyri at bøta um tínar møguleikar inntil komandi ár, og so søkja aftur tá.
--------------









