Marjus Dam
Løgtingsmaður
Tolið man vera við at vera brúkt hjá flestu føroyingum. Hendan samgonga hevur óneyðugt píska føroysku arbeiðsmegina við at vinda skatt og avgjøld úr hesari.
So álvarsliga er farið til verka, at 500.000.000 kr. (500 milliónir kr.) ella 40.000 kr. eru tiknar ov nógv frá hvørjum einasta húski seinastu árini. Og hugurin tykist bert verða at herða kvørkratakið á føroyska arbeiðaran, handverkaran, skrivstovufólki, sjúkrasystrina, sjómannin. Ja, øll.
Flestu fólk, ið fáa sína løn eru ikki so misnøgd við hesa, men eftir at loysingarsamgongan hevur verið eftir tolli og avgjøldum, so er møguliga eftir til mjøl og vatn hjá vanliga føroyinginum ? ímeðan Landskassin er við at flóta ivir í ríkidømi. Og viljin hjá loysingarsamgonguni at taka minni inn frá føroyingum, tykist ikki vera til staðar ? tvørturímóti.
Tað er bert ein vegur at ganga á hesum øki, og tað er at lækka skattirnar av einari einfaldari orsøk. Teir eru ov høgir. 40.000.00 kr verður kravt inn ov nógv ímeðal fyri hvørt húski árliga.
Um Løgtingið ikki ger nakað ítøkiligt við hesi viðurskiftir, so vóni eg at føroyingar og fakfeløg gera taðneyðuga. Soleiðis at hendan samgonga verður noydd at leggja frá sær.
Tað kann ikki vera rætt, at øll saft og kraft skal drenast úr føroysku arbeiðsmegini niður í landskassan.
Føroyingar ? latið okkum standa saman um at fella hesa samgongu.










