Hvussu langt kemst?

Tórshavnar kommuna hevur eina rúgvu av málum, sum bíða eftir at vera gjørd liðug. Øll kosta tey nógvan pening, og fleiri teirra verða tí ikki gjørd liðug eftir einum ári.

 

Regin av Steinum,

valevni á tjóðveldislistanum til býráðið




Her kunnu nevnast:

? ansingarmálið, runt í allari kommununi

? munandi útstykkingar

? skúlabyggingar, t.d. á

Argjum og í Hoyvíks-

haganum

? 2 ítróttahallir, í Kollafirði

og Hoyvík

? ringvegurin

? ídnaðarøki

? ymisk vinnufremjandi og

-lættandi tiltøk

? bryggju- og havnarviður-

skifti, t.d. í Kollafirði

? bátahyljar at gera lidnar,

t.d. á Argjum og Signabø

? smærri og størri vega-

ábøtur ymsastaðni

í kommununi

? umstøður til frælsan ítrótt

í Havn


Listin er ivaleyst longri, men vit skulu minnast til, at øll hesi málini skulu setast upp ímóti einum ávísum skattaprocenti (18,5%?), sum gevur so og so nógvar milliónir í kommunukassan. Hvussu stórt rúm verður nú til onnur mál? Tað er sjálvandi eisini ein áhugaverdur spurningur.

Høvuðssjónarmið mítt er, at nevndu málini skulu fremjast í komandi valskeiði innan fyri vanligar fíggjarkarmar.