Johan Mortensen
???????????????
Tá eg var smádrongur í Brekkugøtu var eg altíð sera hugtikin av okkara postboð, Eiler Rubeksen.
Hesin altíð fryntiligi og blíði maðurin í sínum vakra reyða postjakka var ein føst og góð mynd í mínum barnahuga, ein stabilitetur har hann í øllum veðri kom niðan Sjúrðagøtu við fullari skjáttu av posti.
Eg havi síðan ofta hugsað um, hvussu stóran leiklut postboðið hevði í mínum uppvøkstri og haldi eg, tey allarflestu hava havt somu góðu upppliving.
Sum tíðir líða eri eg komin til at hava eina enn størri virðing fyri postmanninum og postverkinum. Hesi fólk sum í øllum veðri tíma at bera mær og mínum okkara dagbløð, okkara brøv og allar tær mongu, líkasælu lýsingarnar. Somu fólk sum fara upp árla á morgni at skilja post so eg kann taka hann í postboksini á veg til arbeiðis og somu fólk sum skilja post til kl 20.30 á kvøldi skuldi eg tørva at fingið fatur á brøvum um kvøldið. Og ikki er teirra løn og samsýning nakar harragarður heldur. Tøkkin heldur ikki, vælsaktans.
Føroyska Postverkið er vælvirkandi og er ein ómetaliga týdningarmikil partur av okkara hvønndagi og av okkara lívsvirðum
Tað er tí sera hugstoytt at hoyra, hvussu illa gongst leiðsluni hjá Postverkinum og politiska myndugleikanum at fáa hesum stovni mannsømulig kor. Tað má vera lítið motiverandi hjá starvssfólkunum hvørt ár at hoyra, at nú skal munandi tal av fólki sigast upp, og ikki mugu tey verða nógv, sum ídag hugsa um at fáa sær framtíðar yrki innan Postverkið.
Sjálvandi skal Postverkið fylgja við tíðini, men haldi eg, at tær ábøtur, sum Postfelagið hevur skotið upp eru nøktandi. Tað er harmuligt, at ringt politiskt handalag hevur forðað fyri hesum ábøtum, og at nú ? uppá mest primitivan hátt ? skal skerjast í starvsfólkatali. Hetta er ein ómegd sum hoyrir fortíðar leiðsluháttum til, ikki ídag, har allir ábyrgdarfullir leiðarar skilja, at starvsfólkið er týdningarmesta aktivið hjá einari fyritøku.
Sum limur í Tjóðveldisflokkinum heiti eg á manning okkara á tingi og landsstýri at fáa greitt hetta mál, sum er óveruligt og ein háðan móti okkara postfólki. Hesin stovnur verður at syndrast, um ikki skjótt verður borið at. Kanska Páll á Reynatúgvu skuldi roynt sínar gávur sum millumgongumaður á hesum øki.
Eisini liggur ein stór ábyrgd á Postmeistaranum. Hann má sýna í verki, at hann yvirhøvur er førur fyri at røkja hetta starv til lýtar og vísa, at hann hevur tann neyðuga leiðsluførleikan, tað nyttar ikki sum tænastumaður sum frægast at skjóta seg inn undir politiskar frasur og vera servilur og undirbrotligur hóast hetta er tað lættasta. Postmeistarin má bróta nasar fyri sínum starvsfólki.
Mín samhugi er so við starvsfólkunum á Postverkinum.









