Hvidbjørnen avlýsir tunnusláttur á Tvøroyri

– Í morgun fingu vit boð frá Arktisk Kommando, at HDMS Hvidbjørnen tíverri brádliga noyddist at luttaka í øðrum uppgávum fyri donsku sjóverjuna.

Soleiðis skrivar tey hjá Tvøroyrar kommunu:

 

Manningin harmast um at noyðast at broyta siðvenjuna, ið ikki minst manningin gongur høgt uppí. Tí verður arbeitt við at finna ein annan dag, har verjuskipið kann leggja at havnini á Tvøroyri.

So skjótt vit vita nærri, so verður kunnað um tað.

Tað vil siga, EINGIN tunnusláttur á Hvidbjørnen, nú sunnudagin 15. februar.

 

##med2##