Í november í 2025 bað Klaksvíkar kommuna um tilboð frá KT-veitarum.
Kommunan vísir á, at tilboðið skal tryggja gjøgnumskygnið á KT-hýsingartænastuøkinum í mun til dagligan tørv, nýtslu og kostnað.
- Umframt hetta, ynskti kommunan eisini, at umsitingin av hesum skuldi vera skynsom og ómakaleysa.
Í Klaksvíkar kommunu siga tey, at fíggjarnevnd býráðsins viðgjørdi fýra ymisk tilboð, sum kommunan hevði fingið.
- Út frá einari heildarmeting hevur býráðið tikið av tilboðnum frá Formula, siga tey í Klaksvíkar kommunu í dag.











