Hví vita kvinnur ikki, hvat tær skulu velja?

Í beinleiðis sending á Rás2 klokkan 16 í dag, fara samfelagsfrøðingar og politikari at tosa um, hvussu tað ber til, at triði hvør veljari ikki veit, hvat hann skal velja

Hví ivast triðihvør veljari, serliga kvinnurnar í, hvat hann skal velja - serliga kvinnurnar?


Tað er ein spurningur, Óli Breckmann setir í beinleiðis kjaksending á Rás2 klokkan 16 í dag-


Seinasta veljarakanning, sum Lóður gjørdi fyri Kringvarpið, vísir, at heili triðihvør veljari ikki veit, hvar hann skal seta krossin og tað er nógv meiri enn vanligt.

 

Og tað eru í nógv mestan mun kvinnurnar, sum eru í villareiði um, hvat tær skulu velja.


Óli Breckmann fer eisni at spyrja, um tað kann vísia seg at vera nakrar ávísir flokkar, sum fara at fáa ágóðan av teimum ivingarsomu veljarunum, og um vit kunnu vænta okkum eitt ”reytt” landsstýrið eftir næsta løgtingsval.

Við sær at kjakast um evni, hevur Óli Breckmann teir báðar samfelagsfrøðingarnar, Jógvan Mørkøre og Kristian á Neystabø, umframt Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinnu fyri Javnaðarflokkin.