Fyrst í 90-unum flutti Føroya Banki alt sítt EDV-samskifti til Danmarkar, og vandi var fyri, at Elektron var niðurlagt. Tá tók tingið ta avgerð, eftir uppskoti frá Finnboga Ísaksoni, at forbjóða at persónsupplýsingar vóru fluttir av landinum. Hetta forðaði fyri, at tann vitan og tann førleiki sum føroyingar høvdu uppbygt fór fyri skeyti. Henda avgerð førdi eisini til, at Føroya Banki mátti flyta sítt samskifti heim aftur. Eg havi ikki hoyrt annað enn rósandi orð fyri ta avgerð, ið tá var tikin. Elektron yvirlivdi og hevur ment seg síðan eins og áður.
Fyri eini tíð síðan fái eg eitt bræv sendandi frá Føroya Banka, sum spyr um eg vil hava mínar flytingar gjørdar gjøgnum eitt ið kallast PBS í Danmark. Eg helt tá, at hetta var ein løgin spurningur. Hví skuldu mínar rokningar knappliga flytast gjøgnum eina danska skipan? Tað fyrsta, sum rann mær til hugs, var tann, eftir míni fatan sera ódámliga avgerðin, sum Føroya Banki tók fyrst í 90-unum, tá hann flutti alt sítt EDV-samskifti av landinum.
?Er ætlanin nú aftur at flyta EDV-virksemið av landinum og taka grundarlagið undan Elektron?? var mín fyrsti tanki. Tá eg haraftrat ikki var ónøgdur við mína avgreiðslu í bankanum, so sum hon var farin fram, gav eg bankanum boð um, at mínar flytingar ikki skuldu gerast gjøgnum PBS. Í seinastuni hevur tjak verið í bløðunum um hetta sama evni. Tað sum hevur eyðkent kjakið er, at tað er bankin, sum gjarna vil sleppa av landinum við sínum virksemi. Eg havi ikki lagt merki til nakra ónøgd hjá kreditorum ella debitorum við verandi skipan. Tvørturímóti hava kreditorar givið til kennar, at teimum ikki dámar, at avgreiðslan verður flutt.
Tað vil v.ø.o. siga, at tað eru bankarnir og ikki kundarnir, sum vilja hava viðurskiftini broytt. Mín spurningur er HVÍ. Í Fregnum 22. nov. fær Jørn Astrup Hansen tað at síggja út, sum um at orsøkin til at flyta avgreiðsluna av landinum er at geva kundunum eina betri tænastu. Men seinni í greinini gevur hann til kennar, at tað dreygar seg um pengar, sum eru at spara fyri bankan. Men ringt er at fáa eyga á, hvar sparingin er, og hvussu stór hon er. Orðarætt sigur hann: ?Under V&T (Eektron) har pengeinstitutterne ikke hidtil beregnet sig et særskilt gebyr for automatiske opkrævninger?. Útreiðslurnar hava ikki verið størri enn so, at rentumarginalurin hevur kunnað borið útreiðslurnar. Víðari sigur Astrup, at skal rentumarginalurin ?fastholdes, forudsætter det, at omkostningerne ved betalingsformidlingen inddækkes ved gebyrer.? T.v.s., at eftir at avgreiðslan er flutt av landinum, verður neyðugt at gjalda fyri flytingarnar og tað má so aftur merkja, at avgreiðslan verður dýrari, og at hesi ?gebyrer? fara beinleiðis í danskan EDV-stovn.
Hetta var so eitt sindur um, hvussu eg sum vanligt viðskiftafólk havi upplivað støðuna.
Orðaskiftið á tingi um fyrispurningin hjá K. Magnussen um viðgerð av persónsupplýsingum var, sum eg upplivdi tað, meir ein viðgerð av landsstýrismanninum Høgna Hoydal enn av málinum. Høgni Hoydal vísti á, sakligur sum altíð, at tingið fyri einum ári síðan hevði samtykt lóg, sum í § 16 sigur, at meginreglan er, at persónsupplýsingar skulu varðveitast og viðgerast í Føroyum. §17 loyvir so nøkrum undantøkum eftir ávísum treytum, um tann skrásetti og dátueftirlitið geva loyvi. At enda verður í hesi § heimilað landsstýrismanninum at áseta reglur um flutning av persónsupplýsingum, herundir at steðga ella avmarka flutningi til útlond.
Eftir viðgerðini hjá rættarnevndini av hesi lóg at døma, er ongin ivi um, at nevndin er samd um, at byrgjast skal fyri,at peningastovnarnir flyta sítt EDV-samskifti av landinum, men nevndin vil ikki sjálv áseta í lógini, hvussu hetta skal fremjast, men áleggur landsstýrismanninum at gera hetta við kunngerð.
Tá so Høgni Hoydal skal fremja henda vilja tingsins í verki, eru javnaðarmenn í øðini og leggja Høgna Hoydal undir at taka tingið av ræðið! Vit vita, at trýstið frá peningastovnunum er hart at sleppa av landinum við EDV-samskiftinum, ja so hart, at tá dátueftirlitið noktaði bankunum at fremja hesa ætlan, bleiv trýst lagt á henda stovn, so hann at enda mátti geva loyvi. Hetta virkar eitt sindur ódámligt og minnir ikki sørt um støðuna í 1994. Hví peningastovnarnir eru so altráir at flyta sítt samskifti av landinum er líka óskiljandi í dag sum fyrst í 90-unum. Hvør so enn orsøkin er, tykist tað løgið, at javnaðarflokkurin so heilhjartaður setir tingsins vilja til viks til frama fyri eina ógvuliga ivasama bankaætlan, sum kanska kann føra til, at okkara egni datastovnur bert verður ein rein avgreiðsluskipan. Hesin stovnur sum eftir míni meining hevur víst stórt hegni og nýskapan. Onki er at ivast í, at hesin stovnur kann vera eitt gott íkast til menning av eini framtíðar KT-vinnu í Føroyum.