Hvat fær Høgni Hoydal burturúr at svína blaðfólkið á Sosialinum til?

Hesa seinastu tíðina hevur alt Føroya Fólk verið vitni til eina herferð, ímóti Sosialinum og okkum, sum arbeiða her  eini herferð, sum er so ósakligt, at tað mann neyvan kenna sín líka í almenna orðaskiftium í Føroyum

Áki Bertholdsen,
blaðmaður á Sosialinum

Felags fyri hesa herferðina er, at tað eru tjóðveldisfólk og fólk við ávísum tilknýti til flokkin, sum føra pennin, ikki minst floksformaðurin sjálvur, Høgni Hoydal.
Eg hevði ongantíð ætlað mær at svarað aftur. Helt kanska, at talan var bara um tey vanligu frustratiónsherðindi, sum koma undan kavi ymsastaðni viðhvørt og sum pláss eigur at vera fyri, men sum dovna burturaftur, tá ið øðin er avhasað aftur.
Men tað slepst ikki undan at svara aftur, tí tað verður týðiligari og týðiligari, at í hesum føri er ikki talan um vanligar frustratiónir. Tvørturímóti er talan um eina væl skipaða herferð, sum hevur til endamáls at oyðileggja umdømi hjá okkum, sum arbeiða á Sosialinum.
Í hesi herferðini er tann reyði tráðurin, at Sosialurin aftur og aftur verður skuldsettur fyri at renna partapolitisk ørindi fyri javnaðarflokkin.
Nú eru tað ógvuliga avmarkað, hvat ið teir báðir blaðstjórarnir á Sosialinum, Jan Múller og Eirikur Lindenskov, skriva í blaðnum, tí teir taka sær mest av øðrum uppgávum.
Sostatt kunnu hesi álop ikki skiljast øðrvísi enn ein skuldseting ímóti blaðfólkunum á Sosialinum fyri at vera skutilssveinar hjá javnaðarflokkinum.
At blaðfólkið á Sosialinum rennur partapolitisk ørindi fyri javnaðarflokkin, er beinleiðis lygn og tað veit Høgni Hoydal væl, hóast hann íðin endurtekur hesa somu lygn aftur og aftur .
Eg kann bara svara fyri meg sjálvan og eg haldi, at hetta er so ósakligt ímóti okkum, sum hvønn dag gera okkara besta á Sosialinum, at eg havi ikki orð fyri tí.
Men hetta vísir eisini muruna í Høgna Hoydal, sum er høvuðsmaður aftanfyri hesa útspilling og teimum, hann hevur fingið at hjálpa sær, bæði í tingmanningini hjá tjóðveldisflokkinum og uttanfyri.
Og hetta vísir eisini, hvussu langt hann er til reiðar at fara fyri og hvussu djúpt hann er til reiðar at lata seg søkka fyri at røkka tí máli, hann hevur sett sær fyri.
Eg brýggi meg ikki um, hvørki beinleiðis ella óbeinleiðis, at vera kallaður stutilssveinur hjá javnaðarflokkinum í mínum arbeiði sum blaðmaður á Sosialinum.
Eg havi arbeitt á Sosialinum í yvir 10 ár. Enn hevur ongin, hvørki á blaðnum ella í javnaðarflokkinum, nakrantíð spurt meg, hvar eg hoyri heima politiskt.
Ongin hevur heldur nakrantíð álagt mær at skriva, so at tað er til fyrimuns fyri javnaðarflokkin og ongin hevur nakrantíð lagt trýst á meg fyri at geva javnaðarflokkinum betri sømdir enn øðrum.
Politiskt hevur blaðfólkið á Sosialinum allar ælabogans litir. Men so skal leggjast afturat, at akkurát hetta hevur so lítlan áhuga á Sosialinum, at spurningurin um, hvat ið hvør velur hevur ongantíð verið tikin upp á tungu, tað eg veit. Men vit vita, at vit hava havt blaðfólk, sum hava verið uppstillað fyri fólkaflokkin og vit hava blaðfólk, sum hava verið uppstillað fyri tjóðveldisflokkin. Vit hava blaðfólk, sum hava bekent seg til sambandsflokkin og hvar restin hoyrir heima veit eg ikki - men ivaleyst er eisini okkurt javnaðarfólk uppi í.
Tí er tað beinleiðis ein grov niðurgerðing av okkum øllum, sum arbeiða á Sosialinum, tá ið Høgni Hoydal og hansara politisku pennaførarar ferð eftir ferð leggja leggjast á okkum og alment skuldseta okkum at renna politisk ørindi fyri javnaðarflokkin.

Ongi vápn ov skitin
Sjálvandi hava øll loyvi til at hava eina meining um Sosialin og sjálvandi hava øll loyvi at finnast at ymsum, sum stendur í Sosialinum.
Konstruktivur kritikkur er altíð vælkomin, tí hann kunnu vit brúka til at gera okkara arbeiði betri.
Men tað, sum vit nú eru vitni til, er nógv meiri enn tað. Hetta røkkur langt útum vanliga ónøgd um okkurt, sum hevur staðið í blaðnum.
Tað, sum talen er um í hesum føri, er at Tjóðveldisflokkurin er farin undir eina miðvísa og væl skipaða niðurgerðing og útspilling av okkum á Sosialinum
Eg kann ikki prógva tað, men eg ivist onga løtu í tí.
Nú skal eg ikki skera øll yvir ein kamb, tí sanniliga eru tey eisini mong í tjóðveldisflokkinum, sum hava format til at lyfta seg upp um hetta støðið.
Eg haldi meg minnast Høgna Hoydal nakað síðani standa á tingsins røðarapalli, har hann skelvandi á málinum av harmi, vardi tjóðveldisflokkin eftir at hann helt, at hann hevði fingið órættvísa viðferð frá tinglimum úr samgonguni.
Tá vísti hann á eina gamla sannroynd, sum sigur, at at fortelur tú eina lygn nóg ofta, so trúgva fólk tí til síðst.
Minnist meg rætt, vísti hann á, at áhaldandi lygnir og útspillingar vóru metodurnar, sum vóru vanligar at brúka í summum londum og av summum fólkum, tá saklig argument ikki rukku til. Hann segði, at endamálið er heilt einfalt at oyðileggja umdømið hjá teimum, sum ætlanin er at raka, tí fært tú oyðilagt teirra góða navn og heiður, og fært tú sátt iva um teirra trúvirði, er longu so nógv vunnið.
Um Høgni Hoydal sipaði til støðuna í Týsklandi fyri sjeyti árum síðani, ella til McCarthy-forfylgingarnar í USA fyri fimti árum síðani, veit eg ikki.
Men tað skerst ikki burtur, at hetta er ein taktikkur, sum Høgni Hoydal hevur tikið við læru av, tí hetta er akkurát somu metodur, hann nú brúkar ímóti okkum, sum arbeiða á Sosialinum.
Har eru ongi vápn ov skitin og ongin kann siga nakran ringan fyri at geva partamanni hansara, Tórbirni Jacobsen, rætt, tí ið hann í eini blaðgrein herfyri hevði hug at gera Høgna Hoydal til heimsmeistara í manipulatión.
Hvørja ferð, hetta páhaldið um at Sosialinum rennur ørindi fyri javnaðarflokkin, skal prógvast, hevur Høgni Hoydal eini merkilig evni at pilka akkurát tey bløðini burturúr rúgvuni, har innihaldið tænir hansara áhugamálum best. Øll hini bløðini verða lætt og elegant lopin upp og ikki tikin upp á tunguna.
Her setir hann ikki sær sjálvum somu krøv til sakligheit, sum hann setir øðrum, tá ið tey finnast at tjóðveldisflokkinum.
Og so vitleysur er Høgni Hoydal í síni royndum at spilla umdømið hjá okkum á Sosialinum, at hann enntá ikki fýrir fyri at gera gjøldur burturúr úr fólki, sum hava krabbamein og at niðurgera læknar, sum ávara ímóti Krabbameini. Tað hevur Høgni Hoydal gjørt svart á hvítum í lesarabrævi í bløðunum.
Har segði Høgni Hoydal, at ístaðin fyri at skriva um ymisk politisk mál, sum vóru uppi í tíðini, skrivaði Sosialurin, at tað var vandamikið at taka sól. Hann skrivaði tað í gásareygum fyri líkasum at undirstrika sína vanvirðing. So hevði tað ongan týdning fyri hann, at her var talan um eitt fólk, sum hevði havt húðkrabba og sum Krabbameinsfelagið hevði heitt á um at bera søguna víðari sum eina ávaring til onnur.
Hann legði heldur ikki í, at í sama blaði ávaraðu tveir serlæknar í krabbameini fólk ímóti at sóla sær og ofta ella at brúka solarium ov nógv, tí tað økti munandi um vandan fyri at fáa húðkrabba.
Leggjast kann afturat, at nú hevur Føroya Felag ímóti Krabbameini gjørt av at varpa ljós á húðkrabbamein av álvara, tí hetta slagið av krabbameini er tað, sum økist mest í Føroyum.
Á Sosialinum kunnu vit bert siga, at kunnu vit vera við til at varpa ljós á vandan, gera vit tað fegin, men ikki mátti tað sømt seg hjá Høgna Hoydal at lítisvirt arbeiðið hjá Krabbameinsfeagnum og at gjørt gjøldur burturúr søguni hjá einum, sum hevði havt krabbamein.
Hetta er bara eitt dømi. Men hetta vísir bara, at hjá Høgna Hoydal eru ongi vápn ov skitin í royndunum eftir at spilla okkum á Sosialinum, út.
Eftir mínum tykki ger øll hendan herferðin Høgna Hoydal til tann mest primitiva og eirindaleysa politiska leiðaran í Føroyum nakrantíð, tí at vísa slíka vanvirðing fyri sínum medmenniskjum er tíbetur púra ókent í føroyskum politikki higartil.

Høgni ikki heilt forfjónaður
Ongin er lítaleysur, heldur ikki vit á Sosialinum og tað er onki at ivast í, at tekur tú blað fyri blað, so kann tað politiskt hella hendavegin ella hinvegin.
Øll vita, at á føroysku fjølmiðlunum eru vit so illa mannað, at tað fær ikki verið øðrvísi. Og tað veit Høgni Hoydal eisini. Tá ið sjálvt almenna Kringvarpið, við hvørjum einasta húsarhaldi í Føroyum sum betalara, gremur seg um, at tey eru so illa mannað, at tey fáa ikki røkt sítt arbeiði so væl sum ynskilgt, hvat skulu vit so á bløðunum gera, sum einans kunnu dúva upp á at gera bløðini so fræg, at at fólk á gøtuni hava hug at keypa okkara blað?
Tekur tú Sosialin yvir eitt longri tíðarskeið, er tað mítt páhald, at politiska javnvágin á heilt góðari leið.
Eg havi ikki talt hvørja einastu grein, men fært tú á teldusavnið hjá okkum og skrivar Høgni Hoydal í leitirútin, koma heilar 1.922 greinar á skermin.
Hetta eru greinar, har vit hava viðtal við Høgna Hoydal, ella greinar, sum hann hevur skrivað sjálvur og sjálvandi greinar, har hann er umrøddur.
Eg meini so við, at heilt forfjónaður er hann ikki í Sosialinum.
Leitar tú eftir Jóannes Eidesgaard, koma 1.675 greinar á skermin, hóast hann hevur verið fleiri ár longri í politikki enn Høgni hevur.
Eg veit væl, at hetta er ikki nakað prógv, men ein týðilig ábending er tað kortini.

Hvar er fyrimunurin
Hesi fólkini, sum eru við í hesi herferðini ímóti Sosialinum føra javnan fram, at javnaðarflokkurin hevur havt so ómetaliga stóran fyrimun av at eiga Sosialin.
Hví er javnaðarflokkurin so ikki nógv størsti flokkur í landinum? Hví hevur javnaðarflokkurin sitið í andstøðu í heili átta av hesum seinastu 10 árunum, vissi hann hevur havt so stóran fyrimun av at eiga Sosialin?
Hví er tað so ikki ein javnaðarmaður, sum er valdur á fólkting, men Høgni Hoydal og Anfinn Kallsberg?
Men tá ið Høgni Hoydal fer eftir ferð hevur eitt gott valúrslit, er tað sjálvandi tí at hann dugir væl at selja sín boðskap. Men í politikki gongur upp og niður og trúgva skulu tit mær, at so skjótt tað aftur fer at ganga hinvegin hjá tjóðveldisflokkinum, skal tað nokk vera Sosialurin, sum fær skyldina.....

Hvat er endamálið
Spurningurin er so, hvat endamálið er við hesi, eftir mínum tykki, vanvirðisligu og vitleysu herferðini hjá Høgna Hoydal ímóti okkum á Sosialinum.
Nú er tað ongin loyna, at hóast tjóðveldisflokkurin biðjur um fólksins álit at stýra øllum landi, hava teir enn ongantíð megnað at stýrt eini lítlari fyritøku, tí fleiri ferðir hava teir roynt at fáa eitt floksblað at ganga, men tað er farið á heysin hvørja ferðr.
Sostatt hevur tjóðveldisflokkurin í dag onki málgagn.
Kann veruliga endamálið hjá Høgna Hoydal vera at leggja so stórt trýst á fjølmiðlarnar, at teir ótilvitað koma geva Høgna betri sømdir enn øðrum og at Høgni Hoydal soleiðis óbeinleiðis sleppur at stýra tíðindaflutninginum í Føroyum, hóast hann onki floksblað hevur sjálvur??
Er tað endamálið veruliga at leggja so stórt trýst á fjølmiðlarnar, at teir ikki tora at standa ímóti, men bakka og leggja seg meiri og minni flatar fyri Høgna Hoydal av berum ótta fyri tí næsta álopinum? Er hetta so, er tað helst tað nærmasta vit hava verið politiskari islamismu í Føroyum, tí eisini hjá fundamentalistiskum islamismum er tað ein vælkendur taktikkur at leggja so stórt trýst á, at ongin torir at standa ímóti. (Hetta verður sagt uttan á annan hátt at samanbera Høgna Hoydal við fundamentalistiskar islamistar annars, men kanska sær onkur nøkur felagseyðkenni hóast tað er á hvør sínum støði?)
Ella er Høgni Hoydal hann rætt og slætt ræðslusligin fyri teirri ómetaligu fíggjarligu yvirvágini sum javnaðarflokkurin fær, nú hann hevur selt Sosialin og fingið fleiri milliónum á bankabókini afturímóti tjóðveldisflokkinum, sum altíð hevur skravað botnin fíggjarliga?
Undir øllum umstøðum kundi Høgni Hoydal víst størri format enn púra fyrilitarleyst at traðka okkum, sum arbeiða á Sosialinum niður vegnum.