Hvar í Føroyum skulu kommunulæknar vera?

Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, skal nú greiða frá, hvar í landinum kommunulæknar og heilsudeplar skulu vera

- Hvar í Føroyum skulu heilsudeplar verða og er ætlanin at eisini kommunulæknarnir skulu húsast í hesum deplum?

Tað skal Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, nú greiða Løgtinginum frá.

 

Hann hevur boðað frá, at Føroyar skulu býtast sundur í einar seks heilsudeplar og nú vil Høgni Hoydal, tingmaður fyri Tjóðveldi, hava at vita, hvør ætlanin er við hesum.

 

Høgni Hoydal sigur, at sum hann hevur skilt, er ætlanin, at kommunulæknar, heilsusystrar, sjúkra- røktarfrøðingar, og onnur heilsustarvsfólk, skulu savnast í hesum deplum.

 

Men nú vil hann hava karsten Hansen at greiða frá, hvar í Føroyum, hesir heilsudeplarnir verða og um ætlanin er at kommunulæknar eisini skulu savna síni viðtaluhøli í hesar heilsudeplar

 

Somuleiðis vil hann hava at vita, hvør tekur avgerðirnar, og hvørjar samráðingar hava verið við kommunurnar um hesar ætlanirnar.

 

Higartil eru tað kommunurnar, sum útvega høli og amboð til kommunulæknarnar, men er ætlanin, at landið skal yvirtaka hesa abyrgdina.