Í november mánað í fjør var eitt álit um Skúladepilin í Marknagili borið niðan í Mentamálaráðið. Serliga Tjóðveldisflokkurin arbeiddi hart fyri uppskotinum, sum eftir valið tó tykist vera dottið burtur ímillum onnur mál.
Egon Øregaard, skúlastjóri á Tekniska skúla í Havn harmast almikið um horvna áhugan fyri málinum. Málið hastar, tí skúlarnir eru nevniliga í svárari hølisneyð, sigur hann.
Einaferð enn yvirhálaðir
Egon Øregaard sigur, at meðan undanfarna samgonga sat, kom verulig ferð á arbeiðið við Skúladeplinum í Marknagili. Sjálvur sat hann í einum arbeiðsbólki, sum arbeiddi ógvuliga seriøst við ætlanini. Meiningin var, at leggja Tekniska skúla, Studentaskúlan og HF-skeiði í Hoydølum og Handilsskúlan undir somu lon í Markagili. -? Vit arbeiddu seriøst, og vit gjørdu eitt sera gott arbeiði. Tá álitið varð borið niðan í mentamálaráðið væntaðu vit veruliga, at okkurt fór at henda. Men síðani kom valið og legði lok á arbeiðið, greiðir Egon Øregaard frá.
Hann sigur seg tó undrast stórliga á, at sitandi samgonga hevur sýnt ætlanini so lítlan áhuga. ? Vit væntaðu at nýggja samgongan fór at taka við, har hin slepti. Álitið liggur jú í Mentamálaráðnum og er klárt at leggja fram. Men tað skuffaði meg stórliga at hoyra løgmansrøðuna, har Skúladepilin ikki varð nevndur við einum orði. Hinvegin fekk Fiskivinnuskúlin drúgva umtalu, og sagt var, at ein verklagslóg skuldi evnast til tann skúlan, sigur Egon Øregaard. Hann leggur stóran dent á, at hann ikki vil taka nakað frá Fiskivinnuskúlanum, og at hann veit, at teirra umstøður eisini eru herviligar. ? Men, leggur hann síðani afturat, ? tað er so sera skuffandi at síggja, at vit enn einaferð verða yvirhálaðir á málstrikuni. Í fjør, tá okkara arbeiði skuldi byrja, skuldi miðnámsskúlin í Vági fyrst fáast frá hondini og bleiv tikin framum. Tað var so í lagið, tí vit fingu lyfti um, at vit stóðu næstir á listanum. Men nú sær tað út til, at vit enn einaferð verða snýttir á málinum. Fiskivinnuskúlar yvirhála okkum á báðum síðum, sigur Egon.
Tjóðveldið sveik
Hann sigur seg somuleiðis harmast almikið um, at Tjóðveldisflokkurin, sum arbeiddi nógv við málinum um Skúladepilin, nú tykist hava vent teimum baki. ? Teir hava í 2004 havt uppskot frammi um tríggjar skúlar, men teir nevna ikki okkum við einum orði. Tað skuffar meg ómetaliga nógv, sigur Egon, sum veruliga væntaði, at okkurt gott for at spyrjast burturúr øllum stríðnum.
Hann sigur, at tá tosið um at útvega Tekniska skúla í Havn nýggj høli av fyrstan tíð byrjaði, vóru hvørki Miðnámsskúlin í Vági ella Fiskivinniuskúlin í Vestmanna til. ? Vit hava verið útsettir og yvirhálaðir í 30 ár. Hallirnar í Smiðjugerði vóru ein neyðloysn, sum vit bert skuldu húsast í, inntil okkurt betri varð funnið. Nú er nýggja ætlanin klár, men tað sær framvegis út til, at vit vera raðfestir lægri enn hinir skúlarnir. Nú hastar tað veruliga hjá okkum, og eg veit at støðan er tann sama hjá Studentaskúlanum og HF-skeiðnum, sigur Egon.
Hava lagt fram
Egon Øregaard sigur, at samgongan vísti ætlanini nakað av áhuga í vár, tá Jógvan á Lakjuni, mentamálaráðharri , kallaði arbeiðsbólkin inn til fundar. Teir løgdu tá ætlanina fram fyri hann, og ráðharrin tyktist vera áhugaður og positivur um ætlanina.
Egon sigur seg vita, at mentamálaráðharrin síðani hevur lagt ætlanina fram fyri landsstýrið. Men har tykist tað eisini steðga upp, tí síðani fundin tíðliga í vár, hevur eingin av skúlastjórunum hoyrt hvørki orð ella eið frá mentamálaráðnum, samgonguni, løgmanni ella andstøðuni.
? Tað, at eingin nevnir okkum ella ætlanina, meðan aðrir skúlar verða uppprioriteraðir, er óalmindiliga skuffandi. Tað tykist, sum um vit eru dottnir burturímillum onkustaðni. Hølisviðurskiftini, serliga hjá okkum og studentaskúlanum, eru út av lagið vánalig. Eg kann t.d. nevna, at vit húsast undir átta ymiskum lonum og á trimum ymiskum adressum. Tað kann als ikki góðtakast, sigur Egon.
Hann heldur gongdina í málinum vera harmilga. Serliga tá stykkið, ið depilin skuldi byggjast á, stendur órørt og byggiætlanin er klár, gjørd av trimum samdum skúlastjórum. ? Eg veit, at henda ætlanin er stór og dýr, men hon loysir so sanniliga eisini nógvar trupulleikar. Bæði vit og studentaskúlin mugu hava nýggj høli ógvuliga skjótt, og fyrimunirnir við at byggja hølini saman eru nógvir, heldur Egon, sum inniliga vónar, at hesir tríggir týdningarmiklu skúlar ikki aftur fara at verða gloymdir og lægri raðfestir, nú felags ætlanin endiliga er komin so langt.