Finnhvalurin, sum viltist inn í Vejlefjørðin í Dammark í summar, og sum doyði har, var munandi eldri, enn serfrøðingar upprunaliga hildu hann vera. Kanningar, sum Statens Naturhistoriske Museum hevur gjørt av beinagrindini og ymsum gøgnum úr hvalinum, vísa, at hvalurin var millym 135 og 140 ára gamal.
-Vit sóu beinanvegin, at hetta var ein gamal hvalur, men vit høvdu kortini ikki væntað, at hann var so gamal. Kanningar okkara vísa jú, at hesin hvalurin svam í heimshøvunum, tá Charles Darwin livdi, sigur Abdi Hedayat, sum starvast á Statens Naturhistoriske Museum, við danska kringvarpið.
Kanningarnar vísa, at tann gamli hvalurin hevði trupuleikar við slitgikt, sigur Adbi Hedayat.