Norska Dagblaðið skrivar í dag um grindadrápið í Føroyum, og í greinini, sum hevur fingið gott pláss ovarliga á heimasíðuni hjá blaðnum, verða misvísandi orðingar og upplýsingar skrivaðar um grindadrápið.
Dagblaðið endurgevur djóraverndarfelagsskapir og brúkar sjálvt orðingar, sum víðgongdir felagsskapir vanliga brúka um grindadrápið.
Dagblaðið skrivar um grindadrápið, at ”hvalinir verða høgdir niður”, at ”hvalirnir bløða spakuliga í hel”, "at heilar familjur verða slaktaðar" og at ”hvalir svimja runt í blóðinum hjá sínum familjulimum í fleiri tímar”.
Dagblaðið nevnir eisini, at krøvini um, hvør kann drepa grindahvalir, eru blivin strangari, og at grindadrápið ikki er handilslig.
Dagblaðið skrivar, at tvøstið og spikið eru dálkað, og tí kunnu elva til sjúkur sum Parkinson.
Greinin í Dagbladet kann lesast her