Bókasølurnar Rit og Rák í SMS og H.N. Jacobsens Bókhandil hava eina skipan, har alla tíðina ber til at kanna, hvussu gongst við søluni av ymsu útgávunum.
Hugvekjandi er, at metsølulistarnir hjá teimum báðum bókahandlunum, annar í SMS og hin í Miðbýnum, eru rættiliga ymiskir. So kunnu fólk hugleiða um, hví so er.
Eins undanfarin ár, komu nógv fleiri yrkisbókmentir út til jól, enn fagrar. Og flestar teirra snúgva seg um søgulig ella siðsøgulig viðurskifti. Hetta líka føroyingum best.
Metsølulistarnir yvir føroyskar bøkur, seldar í desember til jóla, síggja soleiðis út:
H.N. Jacobsens Bókhandil
Adventus Domini eftir Jógvan Isaksen
Hvalurin er mín eftir Helga Jacobsen
Marita eftir Dagny Joensen
Fiskar undir Føroyum eftir Rógva Mouritsen
Tórshavnar Býaratlas
Fisher Heinsen eftir Óla Olsen
Krossvegir ritsj. Heini í Skorðini og Páll Holm Johannesen
Skakandi tilburðir
Seyðalitir eftir Gudmund Niclasen
Fossanes Fossanes eftir Páll Kunoy
Rit og Rák
Hvalurin er mín eftir Helga Jacobsen
Fossanes eftir Páll Kunoy
Skakandi tilburðir
Adventus Domini eftir Jógvan Isaksen
Fisher Heinsen eftir Óla Olsen
Marita eftir Dagny Joensen
Fiskar undir Føroyum eftir Rógva Mouritsen
Havnin eftir Birgar Johannesen
Krossvegir ritsj. Heini í Skorðini og Páll Holm Johannesen
Álmanakkin