Hvalbingar undrast á politikarar

Tað undrar alarar í Hvalba, at politikarar ikki seta forboð fyri at útflyta livandi tosk, tí toskurin av Føroya Banka er okkara sterkasta kort í kappingini við alarar í øðrum londum


Vit hava leingi vitað, at toskurin av Føroya Banka veksur nógv skjótari enn allur annar toskur.
Men skulu vit tosa um at ala tosk, er júst hetta okkara allar størsti fyrimunur. At toskurin veksur skjótt ger, at tað gongur væl skjótari at ala bankatosk, enn tað tekur at ala allan annan tosk.
Og tað er okkara størsti kappingarfyrimunur afturímóti alarum í øðrum londum
Men akkurát tað, at toskurin á Føroya Banka hevur einar heilt serligar eginleikar av veksa, fær toskaalararnar í Hvalba at undrast á politiska myndugleikan.
- Tað undrar meg stórliga, at landsins myndugleikar ikki gera meiri fyri at verja toskin á Føroya Banka, so at vit í Føroyum kunnu varðveita tann kappingarfyrimun, sum bankatoskurin gevur okkum framum alarar í øðrum londum, sigur Mikkjal Hammer.
- Tað eru vakstrareginleikarnir hjá bankatoskinum, sum geva føroyingum ein heilt serligan møguleika at ala tosk framum alarar í øðrum londum.
- Høvdu vit ikki hendan fyrimunin, hevði grundarlagið undir føroyskari toskaaling verið munandi veikari, tí so er heldur ongin serligur fyrimunur at hava alibrúkini í Føroyum ístaðin fyri at leggja tey nærri marknaðinum fyri at minka um flutningskostnaðin.
Men sum støðan er nú, er tað onki, sum forðar einum skipi at taka tosk av Bankanum og føra hann livandi av landinum til alarar aðrastaðni.
Føroysk skip hava loyvi at selja 25% uttanlands, men tað er onki sum forðar teimum í at selja
livandi fisk
Tí skilir Mikkjal Hammer als ikki, at politikarar ikki seta lóg í gildi, sum ger tað ólógligt at útflyta
livandi tosk.
- Vit skuldu treyðugt rent okkum í bankatosk á marknaðinum, sum alarar í øðrum londum hava alt. Hendir tað, verður tað eitt stórt bakkast fyri toskaaling í Føroyum, sigur hann.
- Í bankatoskinum hava føroyingar nakað heilt serstakt og tað eiga vit at verja, leggur hann afturat.
Les eisini greinina: Vónandi er hetta bara byrjanin til nakað størri