Hvalbingar taka nýggjastu, talgiltu tøknina í brúk, tá ið teir í dag og í kvøld selja seyð úr Lítlu Dímun á uppboði, tí tað ber til at bjóða bæði í sms-boðum og á alnetinum Seinnapartin í gjár komu hvalbingar aftur úr Lítlu Dímun, har teir hava rikið eftir seyði til slaktingar og í kvøld verður so uppboðsøla við Roynhøllina, har 11 seyðir verða seldir á uppboði.
Uppboðssølan byrjar klokkan 19.30 í kvøld, men longi nú ber til at bjóða við sms boðum og á alnetinum
Teir hava fyrr selt seyð á internetinum, hetta er fyrstu ferð, at tað ber til at bjóða við sms boðum. Talan er um eitt veðurlamb, sum vigar 34 kilo í livandi vekt, sum verður selt á meksikanskari uppboðsølu. Tann, sum hevur hug at bjóða, kann senda sms boðini LD 93 til telefonnummar 1441.
Hvørt boð kostar 20 krónur, umframt vanligan takst, men tað eru bara viðsskiftafólk hjá Føroya Tele, sum kunnu bjóða og sms uppboðssølan hendar í kvøld klokkan 19.48.
Meira kann lesast um hetta á heimasíðuni hjá Lítlu Dímun, sum er á www.ldimun.com. Har ber eisini til at síggja hvør eigur boðið uppá lambið.
Vanlig uppboðsøla er eisini á skránni og í tí sambandi kann bjóðast bæði á heimasíðuni og í Roynhøllina.
Peningurin, sum kemur inn, fer til at at reka Lítlu Dímun fyri, tvs at halda hús, rásir, stik og annað.










