Hvalbingar meldaðu Sea Shepherd í gjár

Hvalbingar føldu seg gingnar ov nær av Sea Shepherd í Hvalba

 

Tá ið døglingar viltust upp á turt í Hvalba í gjár, vóru umboð fyri umstrídda umhvørvisfelagsskapin, Sea Shepherd, eisini til staðar. Tey løgdu ikki upp í, men gjørdu nógv burtur úr at taka tað, sum fór fram, upp á video, eisini tá ið døglingarnir vórðu skorðnir upp.

Og í onkrum føri hildu fólk, at umboðini fyri Sea Shepherd vóru so nærgangandi, at tey vóru til ampa, og tískil varð ringt til løgregluna.

Løgreglan sigur, at nú arbeiða tey fyri at fáa greiði á, um farast skal víðari við málinum. Støðan er tann, at tey eru her sum ferðafólk, og sum so hava ferðafólk frítt at fara. Tey hava eisini loyvi at taka tað, tey uppliva, upp á video.

Men taka tey nærmyndir av andlitinum á fólki, skulu tey, sum verða tikin upp, geva sítt samtykki til tað. Løgreglan sigur, at tað, tey higartil hava sæð til tað, Sea Shepherd hevur tikið upp, síggjast andlitini á fólkum ikki, og heldur ikki nummarplátur, ella onnur frámerki á bilum.