Hvalbingar fáa ongan stuðul

Hvalbingar fáa ikki almennan stuðul til umvælingarnar, sum máttu gerast á havnarlagið í bygdini eftir Kyndilsmessuódnina í 2008.

Tað er greitt, nú eitt uppskot frá tingfólkunum, Kristin Michelsen, Sirið Stenberg, Janus Rein og Poul Michelsen um at játta hvalbingum 1,4 millión til endamálið, er til viðgerðar í Løgtinginum.

Rættarnevndin hjá Løgtinginum hevur havt málið til viðgerðar og har mæla øll umboðini fyri samgonguna, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, Brandur Sandoy, Eivin Jacobsen og Reimund Langaard, Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

Verður hetta uppskotið samtykt, fer tað at skapa grundarlag fyri, at aðrar umsóknir fara at koma og vansin er, at onkur kommuna fær stuðul, meðan aðrar kanska ikki fáa.

Annars fekk Skálavíkar kommuna almennan stuðul til skaðan, sama ódn elvdi til har.

Og samgongan ásannar, at støðan er sera óheppin í dag, har Løgtingið og landsstýrið gera mun á kommunum, tá ið talan er um vanlukkutilburðir, sum gera skaða á ognir hjá kommunum.

Tey halda tískil, at landsstýrismaðurin í kommunumálum átti kanska at tikið upp samráðingar við kommunufeløgini við tí fyri eyga at seta á stovn ein kommunalan vanlukkugrunn, sum landið kundi sett eina upphædd í, fyri at fingið gongd á.

Minnilutin í Rættarnevndini, Kristin Michelsen, Gerhard Lognberg og Páll á Reynatúgvu, halda, at tað er áyrgdin hjá landinum at hjálpa til at fáa viðurskiftini í bygdini á rættkjøl aftur.

Eisini tey mæla til, at landstýrismaðurin í kommunumálum setir seg saman við kommununum og tryggingarfeløgunum at nágreina, nær talan er um undantaksstøðu, og fær greiði á, hvussu ábyrgdarbýti skal vera ímillum teir ymsu partarnar.

Men í eini roynd at fáa semju, mæla tey til at játtanin verður lækkað niður í góðar 900.000 krónur.