Hvalastøðin við Áir varðveitast sum sjóvinnusavn

Hvalastøðin við Áir hevur allar dagar drigið fólk at sær og hevði stóran búskaparligan týdning fyri Sundalagið í fyrru helvt av 20. øld. Sum sjóvinnusavn fær hvalastøðin aftur møguleika at draga børn og ung, familjur og ferðafólk at sær - hesaferð sum partur av upplivingardepli í Sundalagnum.

Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, setti á heysti 2006 nevnd at kanna spurningin um varðveiting av hvalastøðini við Áir. Í nevndina vórðu sett Andras Mortensen, landsantikvarur, Føroya Fornminnissavn, Dorete Bloch, stjóri á Føroya Náttúrugripasavni, Jógvan Mørkøre, bygdaráðslimur í Sunda kommunu, sum í februar varð settur í nevndina fyri Heðin Zachariassen, borgarstjóra og Armgarð Weihe, fulltrúi í Mentamálaráðnum, nevndarforkvinna. Ole Jensen, arkitektur á Landsverk, varð settur sum ráðgevi hjá nevndini.

Í dag hevur landsstýrismaðurin í mentamálum so fingið handað ávegis álit frá nevndini um varðveiting av hvalastøðini við Áir sum sjóvinnusavn.

Hvalastøðin við Áir hevði stóran búskaparligan týdning fyri Sundalagið frá tí hon varð bygd í 1905 og hálva øld fram. Seinastu nógvu árini hevur hvalastøðin við Áir staðið óvirkin, men nú er aftur møguleiki fyri, at hvalastøðin kann gerast virkin. Hesuferð ikki sum ídnaðarverksmiðja, men sum sjóvinnusavn og upplivingardepil.

Álitið vísir á, at hvalastøðin við Áir er varðveitingarverd sum dømi um ídnaðarsamfelagið, ið tók seg upp í Føroyum síðst í 19. øld. Hvalaveiðan hevði stóran týdning í tátíðar samfelagnum, og hvalastøðir vórðu bygdar um allan heim. Sjey av teimum vóru í Føroyum. Í dag er mest sum øll hvalaveiða burtur og harvið eisini tær allarflestu hvalastøðirnar. Hvalastøðin við Áir er seinasta hvalastøðin í Føroyum og tann einasta, ið er eftir á norðaru jarðarhálvu. Á sunnaru hálvu eru hvalastøðir varðveittar í Albany, í Avstalia og í Grytviken á South Georgia. Hvalastøðin við Áir er tí eisini varðveitingarverd sæð úr alheims sjónarhorni.

Við at varðveita hvalastøðina við Áir sum sjóvinnusavn og gera økið uttanum til ein upplivingardepil fæst ein virðisøking, sum kemur okkara felags mentanararvi eins væl og lokalumhvørvinum og vinnuni í Sundalagnum til góðar.

Økið við Áir er væl egnað til campingpláss, smábátahavn, matstovu- og ráðstevnu-virksemi og við hvalastøðini sum høvuðsatdrátti kann ymiska virksemið í upplivingardeplinum stuðla undir hvørt annað, so lønandi vinna fæst burturúr.

Álitið staðfestir, at tað er í tøkum tíma, at avgerð verður tikin um, at hvalastøðin skal varðveitast. Tørvur er tó á nærri fyrireikingaraarbeiði áðrenn endaligt uppskot um savns- og upplivingardepil kann fyriliggja, og neyðugt er við knappari millión kr.á komandi løgtingsfíggjarlóg til endamálið.

Kostnaðurin av at varðveita hvalastøðina sum sjóvinnusavn skal ikki einans síggjast sum ein útreiðsla, men eins nógv sum ein íløga, ið økir um virðið á mentanarkapitali okkara.