HAVN: Hvítir og heimagjørdir leirsteinar vóru fyrr í vikuni at síggja í gongugøtuni í Havn. Nú fæst at vita, hví teir liggja her.
Henda dagin, tá myndamaðurin kom framvið borgarstjóranum, Heðini Mortensen var farin at fregnast eftir arbeiðinum hjá leirlistakvinnuni Guðrið Poulsen.
Hon lá beint tá á knøunum frammanfyri handilin hjá Guðrun & Guðrun og pilkaðist við ein brúgvarstein. Men hvør er orsøkin til tað?
Jú, heimasíðan hjá Tórshavnar kommunu gevur svarið:
- Frágreiðingin er hon, at Guðrið Poulsen sum skal gera listarverkið frammanfyri FIMI-høllina í Gundadali. Listarverkið er lutvíst gjørt av steinum við ymsum glasi og litum í, sum eru stoyptir úr leiri, skrivar heimasíðani torshavn.fo.
Áðrenn stóra listarverkið verður sett upp, vildi Guðrið kanna, hvussu hesir heimagjørdu steinarnir royndust á eini gongugøtu í frosti, regni og við nógvum sliti. Tí er hon sloppin at pynta eitt sindur millum granitsteinarnar í gongugøtuni.
Borgarstjóranum dámdi hetta væl, og eftir tí sum skilst, verða steinarnir liggjandi, um teir halda til tað nógva slitið.