Gerhard Lognberg, løgtingsmaður
-------
Eg havi funnið mær ark og penn fram, okkurt er álíkavæl, sum sigur; legg einki í at gera hesa viðmerking.
Eg royni at mótmæla móti mær sjálvum, men orðatakið sigur, at tann sum tigur samtykkir.
Hvat er tað, sum borgarstjórin í Skúvoy, Harry Jensen, vil við øllum hesum hálvkvødnu vísunum og skriving í kotum.
Eg havi roynt at fylgt við skrivingini hjá Harry, hann metur, at eg havi gjørt ov lítið ella als einki. Møguliga hevur tú rætt, men eg havi gjørt tað, eg havi verið mentur ella tað sum hevur staðið í mínari makt.
Eingir pengar komu á hesum sinni til havnina í Skúvoy. Men tað komu heldur eingir til Sandoyartunnilin, hóast tað stendir í samgonguskjalinum. Ei heldur fekk Dalstunnilin nakað.
Men eg kempi víðari við øllum hesum, helst meinar tú, at onkur annar hevði klárað tað betur, ella førur tú propaganda fyri ávísar persónar.
Tú sigur teg hava skrivað brøv. Nú eri eg kanska ikki av bestu teldusnidlingum, sum tú veit, so eri eg í tí aldursbólkinum, har teldan ikki var okkara amboð. Men eitt kann eg siga, at Javnaðarflokkurin fekk eitt skriv frá Skúvoyar Kommunu um havnarviðurskiftini, og var brævið til viðgerðar í tingbólkinum og fekk skrivarin boð um at svara kommununi aftur. Tað trúgvi eg, at hon hevur gjørt.
Síðan havi eg, hondina á hjarta, einki bræv, hvørki á gerhl@olivant.fo, sum er mín teldupostadressa ella á annan hátt fingið nakað.
Annars fekk eg eitt sms, sum var alt annað enn positivt. Eg havi tað enn. Eingin avsendari var, so eg ringdi til Føroya Tele og spurdi, hvør átti telefonnummarið, jú Harry Jensen. Har leitaði man ikki eftir tí besta.
Síðan heldur Harry áfram at ákæra fólk fyri ikki at svara honum. Hann sigur seg hava skrivað til Rættarnevndina, har eri eg næstformaður. Eg kenni einki til nakað bræv.
Kanska skuldi tú rannsakað teg sjálvan, um okkurt er galið frá tíni síðu, tí øll kunnu ikki vera so óndskapsfull ikki at svara tær.
Alfred Olsen er formaður í rættarnevndini, eg kenni hann ikki sum ein, ið krógvar brøv, sum koma til rættarnevndina.
M/S Ritan.
Tá Harry harmast um at Ritan ikki skal sigla upp á Skúvoy, so harmist eg og vil gera alt, sum stendir í míni makt, so Skúvoy ikki missur hesar túrar.
Men Harry, hvussu gjørdu tey, sum sótu áðrenn tú í kommunustýrinum.
Tí hetta at ætla at taka Rituna úr sigling hevur verið ofta frammi, og ætlanin at seta »Dragaberg« inn í rutu, tildømis.
Hvat gjørdi kommunustýrið í Skúvoy, jú borgarstjórin tók telefonina og ringdi 222662, altíð við síni mildu rødd, Gerhard nú mugu vit gera okkurt. Jú so fóru vit til Tórshavn at hitta teir á hægstu rók, og vit fóru glaðir aftur til hús, tað gerst ikki upp á annan máta.
Heldur enn at leggja fólk undir líkt og ólíkt.
Eg kann taka siglingina hjá Teistanum sum dømi. Mitt í øllum hoyrdist, at fleiri túrar skuldi niðurleggjast, og prísurin hækka við 25%.
Hvat var hjá mær at gera, eg kundi einki gera sjálvur. Men fekk hjálp frá tingfólki, ikki minst frá landstýrismanninum Johan Dahl, alt hetta bleiv nær um óbroytt. Loysnin var forhandling.
Harry hvat er blivið tín stóri trupulleiki, at tosa við meg, nú tú er blivin borgarstjóri.
Áðrenn høvdu vit samskifti, og so vítt eg veit, noktaði eg ikki nakrantíð, um tú heitti á meg, og tað gjørdi tú við at ringja til mín. So nemt var tað.
Jú Harry, fær og spyr teir, sum sótu áðrenn, hvussu teir gjørdu, tí tað ber væl til at byggja upp á erfaringar hjá ørðum.
Tá Harry, ímillum linjurnar og óbeinleiðis, leggur meg undir at vera ein, sum vil Skúvoy tað ringasta, ja so rakar tað meg meinari enn tú ánar.
Tí frá barnsbeini av sat mamma mín og fortaldi um slekt og søgu og um ættarbandið, um bjargingarmenn, sum vóru av teimum bestu. Hon átti nógvar góðar løtur í Skúvoy og Dímun.
Alt hetta bergtók meg sum óvita. Eg fari at gera, hvat eg eri mentur fyri Skúvoy og havi eg roynt tað, síðan eg setti fótin inn um tinggátt.
So skilmaðurin, vælsignaður ring tá tú metur teg hava brúk fyri mær, ella hvat tað nú einaferð kundi verið, heldur enn at ákæra og niðurgera. Á slíkan hátt gongur einki.
Annars, Harry, ynski eg tær og tínum alt tað besta.
Við kvøðu til skúvoyingar.










