Hví skulu trýhundrað verkafólk út í arbeiðsloysi?

Seinastu vikuna er tað syrgiliga hent, at seks skip, sum hoyra til Kósavirkið, eru seld á tvingsilssølu. Hetta hevur fyribils havt við sær, at Kósavirkið er afturlatið, og finna verandi eigarar ikki eina loysn við Føroya Banka, so verða trýhundrað fólk uppsøgd, har av umleið tveyhundrað í Klaksvík

Eigararnir av Kósini og skipunum hava roynt sum frægast og royna framvegis, alt teir eru mentir at fáa skipini aftur, soleiðis at virksemið kann halda fram. Eg vil ynskja teimum góða eydnu við hesum.

 

Tá tílíkt hendir, at skip og flakavirki fara av knóranum og fólk í hópatali verða send í arbeiðsloysi, er neyðugt at spyrja, hví tað gekk galið.

 

Ætli mær ikki seta spurning við eigararnar. Mær vitandi eru teir dugnaligur vinnulívsmenn, ið hava roynt sítt besta fyri at hava bæði skip og flakavirki koyrandi. Tøkk skulu teir hava fyri tað.

 

Spurningar eiga hin vegin at setast við ta skipan, fiskivinnan virkar undir. Undir valstríðnum til Løgtingsvalið vístu bæði Javnaðarflokkurin og eg sjálvur fleiri ferðir á trupulleikarnar við verandi skipan - eini skipan við keypi og sølu av fiskirættindum á privata marknaðinum. Víst varð m.a. á, at hetta var ein vánalig skipan fyri vinnuna. Í staðin áttu vit at sett ein fiskidagabanka á stovn, har fiskidagar og kvotur vórðu bjóðaði út við stuttum millumbili. Hetta vildi verið tann besta skipanin fyri vinnuna.

 

Ein av grundgevingunum hjá Javnaðarflokkinum og mær sjálvum var, at skipanin, har tað almenna gevur fiskiloyvi út í eitt 10 ára skeið í senn, sum síðani frítt kunnu umsetast á privata marknaðinum, hevur við sær, at tey, sum koma inn í vinnuna, taka ein óneyðugan stóran vága á seg.

 

Verandi skipan við umsetiligheit av fiskidøgum og fiskiloyvum á privata marknaðinum er helst høvuðsorsøkin til, at trýhundrað fólk nú verða send út í arbeiðsloysi. Veit væl, at fiskiskapurin hevur verið vánaligur og oljuprísurin høgur, men tey dýrt keyptu fiskiloyvini koma sum steinur oman á byrðu.

 

Taka vit skipini hjá Kósini sum dømi, so vórðu hesi keypt, meðan tað gekk væl í fiskivinnuni. Umframt at rinda fyri skipini skuldi Kósin eisini rinda fyri fiskiloyvini, t.v.s. tann profittin, sum seljararnir væntaðu sær tey komandi 10 árini. Hetta kann ikki lastast keyparunum, tí teir høvdu ongan annan møguleika, um teir ynsktu at reka fiskivinnu. Hetta kann einans lastast politisku skipanini.

 

Kenni ikki nágreiniliga keypsprísin fyri hesi skip, men siga vit sum dømi, at fiskiloyvini hjá hvørjum einstøkum skipi eru keypt fyri tíggju milliónir krónur, so er hetta nokk ikki heilt av leið. Hetta verður fíggjað við lántøku. Sum dømi siga vit, at skipið er keypt í 2006 og at lánið skal rindast aftur yvir 10 ár. So skal 1 millión rindast í avdrátti árliga og har umframt ein lítil millión í rentum fyrsta árið. T.v.s., at við døminum omanfyri skal Kósin rinda smáar 2 milliónir krónur árliga fyri hvørt fiskiloyvi. Høvdu vit havt ein fiskidagabanka, so hevði so at siga øll rentan verið spard burtur.

 

Høvdu vit havt fiskidagabanka, tá skipini vórðu keypt, hevði tað somuleiðis verið óneyðugt hjá teimum at keypt nakað fiskiloyvi fyri 10 milliónir. Tað hevði heldur ikki verið neyðugt hjá teimum, at rinda ”smáar tvær milliónir krónur” fyri fiskirættindini hjá hvørjum skipi í 2008.

 

Við einum fiskidagabanka, har fiskidagar og fiskikvotur høvdu verið boðin út við stuttum millumbili, hevði prísurin á hvørjum fiskidegi regulerað seg eftir, hvussu tað gekst í vinnuni. Var nógvur fiskur, høgir fiskaprísir og lágir oljuprísir, hevði hvør fiskidagur verið dýrur at keypt. Hetta tí eftirspurningur eftir fiskidøgum tá hevði verið stórur. Hevði tað verið lítið til av fiski, lágur prísur og høgur oljuprísur hevði hvør fiskidagur verið bíligur at keypt. Hetta tí eftirspurningurin eftir fiskidøgum hevði verið lítil.

 

Í 2008 hevur gingið heilt illa hjá okkara fiskivinnu, m.a. av vánaligum fiskiskapi og høgum oljuprísum. Áhugin at keypa fiskidagar og fiskiloyvi er tí nærum heilt burtur nú. Vit síggja jú, at ein fittur partur av fiskidøgunum als ikki verður brúktur. Tískil hava fiskiloyvini millum lítið og onki virði. Kósin skal tó framvegis, um vit brúka dømið omanfyri, í 2008 rinda eina millión í avdrátti og eina lítla millión í rentum fyri hvørt fiskiloyvi.

 

Við einum fiskidagabanka hevði Kósin nú kunnað keypt fiskidagar fyri millum lítið og onki. Ja, kanska enntá fingið teir heilt forerandi. Vit hava ikki fiskidagabanka, og tí má Kósin framhaldandi rinda ein ovurhondsstóran prís fyri hvønn fiskidag. Ein prís, ið als ikki svarar til virðið á fiskidøgunum í dag.

 

Fiskivinnan er í fríum fallið. Fleiri skip eru selt á tvingsilssølu og flakavirkini sum hava keypt skip og lagt fiskirættindi undir seg hava havt fíggjarligar trupuleikar. Høvuðsorsøkin til trupuleikarnir, sum okkara høvuðsvinna er í, er fyrst og fremst, at fiskiloyvir hava verið handlaði fyri ein ovurhondsstóran prís. Hetta hevur verið gjørt við vælsigninlsi frá teimum borgarligu flokkunum í føroyskum politikki, og hava hesir als ikki vilja hoyrt talan um broytingar.

 

Og hvar er peningurin, sum Kósin og onnur hava rindað fyri síni fiskiloyvi, so farin? Jú, hann er farin út úr fiskivinnuni, og er í staðin settur í hotel- og handilsvirksemi og í fasta ogn. So verandi skipan tænir als ikki okkara fiskivinnu, men einans teimum, sum velja at fara úr fiskivinnuni.

 

Eru vit ikki komin har til, at verandi skipan hevur spælt fallit?