Her hevði puristiska málfrøðin havt alt ov stórt vald, og heimagjørdar høvuðsleiðreglur, tá landanøvn og onnur staðanøvn skuldu skrivast, vóru sum harragud veit! Landaserfrøðin í gomlu málnevndini hevði ongan góðan, og tí komu vit øll somul at kenna keðiligu ramsuna um Kili, Grønhøvdaoyggjar, Burgundarhólm, Høvdastaður o.s.fr. Nøvn sum øll bera brá av tí skemtiliga, og sum onkur tók til, hevði tú sent eitt bræv út í heim við hesi áskrift, so kom tað ikki fram!?Nú kemur so nýtt atlass, og nógv er broytt hesi mongu ár, sum farin eru. Og kanska tað sum er mest grundleggjandi er broytingin í føroyska stavraðnum, nú løgtingið hevur tikið undir við, at sjálvsøgdu bókstavirnir c,q,w,x og z sleppa uppí part aftur, har teir natúrliga hoyra heima. Hetta skuldi verið gleðilig tíðindi hjá almennt fíggjaða Skúlabókagrunninum, og lætt nógv um arbeiðið við nýggja atlassinum, so vit í framtíðini t.d. sleppa frá at uppliva á somu opnu (s. 52-53) yvir Norðuramerika, at Meksiko(landið) og Meksikobýur stavast við k og ongum c, meðan New Mexico (statur í USA) bæði hevur w, x og c, og heilir heimspartar skifta nøvn, sum t.d. Àsia og Avstralia – her er ongin linja at hóma! Og so forbrongla navnið Danmark til Danmørk – hetta er beinleiðis skeivt – tað var ikki fyri ongum, at Dannevirki bleiv bygt á sinni, tað var mark dana móti suðuri!?Vit, sum gjøgnum eitt langt lív, hava fingist við undirvísing, vita av egnum royndum, at tað er so neyðugt, sum ongantíð fyrr, at tilfarið í skúlunum er hóskandi, dygdargott og viðkomandi hjá næmingum okkara, og námsfrøðin ílatin einum búna, sum børn okkara kenna seg aftur í, eisini málsliga. Hetta eru vit øll samd um, og stóra bretska forlagið Collins, við tess undirvísingardeild, er valt út til endamálið, so har er vist alt í lagi. Og í fjør var alment boðað til kunningarfund og tjak, um hesi viðurskifti, har eisini almenningurin fekk høvi til at siga sína hugsan um spurningin – tað lá líkasum í luftina, at her fór vend at koma í, at dagsins veruleiki fór at sigra á innistongda nationalromantiska snævurskygninum, og at ætlani hesaferð var at geva út eitt verk, sum málsliga og landafrøðiliga fór at vera í samljóði við veruleikan, vit øll liva í. Men sum frá er liðið, so skilst á ábyrgdarfólki fyri Skúlabókagrunnin, at sami málsligi grundvøllur, sum nýttur varð í 20 ára gamla atlassinum verður grundvøllurin, sum byggjast skal á í nýggju útgávuni og sama málfatanin trokar seg fram aftur. Spell at so skal vera. So er líkamikið um Collins forlagið er við ella ikki, navnatilfarið í einum og hvørjum atlassi er berandi, so ella so. Skúlabókagrunnurin heitti á Rolf Guttesen, landafrøðing, um at vera sær til hjálpar í hesum stóra og krevjandi arbeiði, og hann játtaði.Og sjálvandi hevur hann, sum tann skilamaður hann er á økinum, eftirlýst nakrar høvuðsleiðreglur fyri brúki av landanøvnum v.m., men tað vildi ábyrgdarfólks grunsins ikki hoyra talan um, sjálvt um hann við fakligum argumentum í samljóði við aðalsjónarmið United Nations Group of Experts on Geographical Names royndi at verja borg – allastaðni verður rópt uppá serfrøðina í dag, men her fekk Rolf, við mest grundleggjandi kunnleika til landafrøðiøkið, kalt og kyniskt at vita, at hansara handrit fór at fáa “rætta” viðgerð á “røttum” staði, og so vildi grunnurin taka endaliga støðu, eisini málsliga! T.v.s.at Rolf kundi risikera, at atlassið kundi innihalda landanøvn, sum eru stavaði soleiðis, sum hann við fakligum argumentum hevur sagt og skrivað, at tey IKKI skulu skrivast. Og tí takkaði hann fyri seg – hesin maðurin sum meiri enn nakar annar, við síni stóru vitan, hevur varpað ljós á henda spurningin, og sum vit hava so nógv at takka fyri, tí hansara sjónarmið, verða uttan iva, tikin til eftirtektar av Vitan (nýggja navn grunsins!!), tá nýggja málnevndin, staðarnavnanevndin o.o., hava havt handritið til viðgerðar.?Skulu Grønhøvdi og Google Earth kappast í framtíðini, so vita vit, hvør liggur eftirá – og stóri taparin verður føroyski skúlaungdómurin!