Hvør verður prísurin á laksi?

Prísurin á laksi á heimsmarknaðinum hevur verið eitt afturvendandi evni á aliráðstevnuni hjá Havbúnaðarfelagnum. Hesaferð fer Ragnar Nystøyl úr Noregi at greiða frá prísgongdini, og hvussu hann væntar, at prísurin fer at verða í 2013.

Ragnar Nystøyl er dagligur leiðari hjá Kontali Analyse í Noregi, og hann fer at greiða frá, hvat er avgerandi fyri prísin á laksi á heimsmarknaðinum.

Laksaprísurin hevur ymiskar “prísdrivarar”, sum gera av, hvussu prísurin er, og Ragnar Nystøyl fer at greiða frá, hvussu hann væntar, at hesir fara at hátta sær í 2013.

- Fleiri greinarar væntaðu, at prísurin í 2012 fór at vera lágur, men tað vísti seg kortini, at prísurin helt sær betri enn væntað. Hetta vísir, at tað er torført at spáa um prísin á laksi, tí nógvir ókendir faktorar gera seg galdandi.

Vinnuhúsið sigur, at hóast hetta fer Ragnar Nystøyl at geva sítt boð upp á, hvat alarar kunnu vænta at fáa fyri sína framleiðslu í 2013 og 2014.

Kontali Analyse er ein norsk greiningarfyritøka við serkunnleika innan ali- og fiskivinnu.

- Ragnar Nystøyl arbeiðir serliga við marknaðargreiningum og hevur tí góðan kunnleika til at meta um, hvussu laksaprísurin fer at hátta sær í komandi tíðum.

Á aliráðstevnuni, sum verður á Hotel Føroyum hin 22. februar, fer hann at greiða frá sínum metingum.