Thorbjörn Brochs
???????
Soleiðis eri eg noyddur at spyrja, aftaná at hava lisið tann boðskap, ið onkur afrikanskur trúboðari hevur prædikað niðuri í Danmark. Boðskapurin er, at um tú ikki verður gröddur, tá ið tú biðir Gudi um tað - ella tá ið ein gröðingarmaður biðjur fyri tær - tá er tað tí trúgv tín er ikki nóg "stór". Hesin sami maður hevur verið fleiri ferðir í Danmark, og tá verður hann helst altíð umröddur í tí kristna vikuavísini "Udfordringen", sum vit eisini kenna her. Tað er sum so til at skilja, at blaðið ikki vil seta spurnartekin við læru hansara, av tí at tað vil vera eitt blað fyri öll kristin.
Men tað er okkurt í boðskapi hansara, sum kann elva til stórar trupulleikar hjá nógvum. Blaðið endurgevur hann soleiðis: "Hvis Satan ikke kan stoppe din frelse, kan han heller ikke stoppe din helbredelse. Alle bliver helbredt". Blaðið skrivar víðari: "Han har en klippefast tro på, at alle bliver helbredt, hvis de tror". Var hesin boðskapurin ókendur hjá okkum, hevði eg tagt. Aðrastaðni hevur hann tikið mótið frá nógvum, sum hava verið trúgvandi síðani tey vóru börn, og öðrum, sum hava átt trúnna nógv ár. So fáa tey at vita, at tað er vantandi trúgv, sum er orsökin til, at sjúkur teirra ikki verða gröddar. Men hetta er hvörki frá Jesusi ella frá apostlunum.Tað er ein læra, sum menniskjur hava fingið aðrastaðni frá.
Eigi eg - ein ólærdur maður - at siga móti einum kendum, afrikanskum trúboðara, sum verður boðin til Danmarkar fleiri ferðir um árið, og sum fyllir samkomuhöllirnar fleiri dagar hvörja ferð? Döm um tað, tá ið tú hevur lisið tey skriftstöð, ið verða víst til.
Paulus hevði eina sannföring, sum vit lesa um í 2.Tim.4,8: "Og nú liggur rættlætiskransurin goymdur til mín, sum Harrin skal geva mær á hinum degi,--" Hesin mikli trúboðarin visti, at Jesus var frelsari hansara, og vit hava nógvar vitnisburðir um trúgv hansara. Men slapp hann undan at vera sjúkur ella at hava brek? Slapp han undan at verða álopin ella dripin? Nei Paulus mátti tola alt hetta.
Hevur nakar sagt tær, at Paulus ikki bað um at verða gröddur? Neyvan, tí vit vita bæði, at hann var sjónveikur og at hann bað um at sleppa av við einum breki, sum hann tó ikki greiddi okkum nærri frá. Men hann segði, hvat svar Gud gav honum. 2. Kor. 12,9 endurgevur svarið soleiðis: "Náði mín er tær nóg mikið; tí at mátturin verður fullkomin í máttloysi." Tá ið Paulus gjördist greiður yvir, at hetta var Guds vilji, var tað eisini nokk til at ugga hann. So hvat er treytin fyri, at Gud svarar bönir okkara samsvarandi okkara vilja? Fyri at ikki eg sjálvur skal eiga orðini, vil eg vísa til 1. Joh. 5,14: "Og hetta er tað treystið, sum vit hava til hansara, at um vit biðja um okkurt eftir vilja hansara, tá hoyrir hann okkum."
Onkur lærir, at hann ið trýr, verður gröddur. Ein annar lærir, at hann ið trýr, verður ríkur. Og tað kann væl henda. Men eitt veit eg fyri vist: Guds orð lovar, at hann ið trýr, verður frelstur. Og tað verður eisini hon, ið trýr. Latið okkum tí biðja í Jesusar anda: "Ikki sum eg vil, men sum tú vilt." Tí Gud veit, hvat er best fyri okkum, og Hann skal geva okkum tær signingar, ið gagnar okkum mest. "Og hetta er tað treystið, sum vit hava til hansara"!