Hvør skal gjalda fyri fulveldishugsjónina

Gjøgnum alt hetta sjótt farna vælskeiðið, er tað bert fullveldismálið ið hevur haft áðhuga hjá samgonguni og Landssstýrinum.

Tey sum ikki av fullum huga hava tikið undir við hesum máli. Og hava ditta sær at spurgt, hvat ið verður betri tá vit hava loyst okkum frá restini av ríkinum, hava veri skýrd afturhaldssinnaði.Men eingin hevur en sagt okkum og kunnað undirbygt hvat verður betri fyri vanliga føroyingin, eftir fulveldistøkuna.

Tað einasta sum vit, við vissu vita er at í ár 2002 hevur hvør føroyin 8000 kr minni at liva fyri. Hetta er tað ið svarar til niðurskurin í blokkinum í ár. Um ikki brúk var fyri hesum pengum her í landinum, kundu teir verið nýttir at goldið landskassans skuld til statskassan .Men øll vita, at støðan í landinum á so mongum økjum ikki er betri en so, at vit saktans hava tørv á hesum peningi. Tað verður tí ein strævin uppgáva hjá komandi samgongu.Og føroya fólki, at rætta uppaftur, tað íð á láni hevur ligið. Samstundis sum blokkurin er skorin við nærum 400 milliónum.Tey ið skullu gjalda hendan meirkostna er tann føroyska verkafjøldin og eingin annar.

Tey sum ynskja,at hendan gongd skal standa við og versna skullu velja ein av loysingarflokkunum.Tey sum ynskja trygg og stabil viðurskifti og innan ríkisfelagsskapin skullu sjálvandið velja Javnaðarflokkin.