Í kvøld mikukvøldið verður avgjørt, hvørji lið fara at spæla finaludystirnar í Coca-Cola kappingini hin 2. januar.
VÍF tykist trygt
Leygardagin tryggjaði Stjørnan sær fyrsta sessin, tá tær vunnu á VB, og í kvøld hevur VÍF so møguleikan at staðfesta sína luttøku í finaludystinum.
Tað skuldi í øllum førum verið løgið, um kvinnurnar hjá Neistanum skulu kunna venda dystinum. Fyri viku síðani taptu tær 25-19 í fyrru hálvfinaluni, og sunnudagin vóru tær aftur við undirlutan móti VÍF, sum ta ferðina vann 30-19.
Tí er ikki annað enn væntandi, at VÍF staðfestior sigurin, og so tykist einasti spurningurin vera, hvørt tær aftur í ár skulu kunna rópa seg greipuvinnarar, tí hóast vit ikki eru meira enn byrjaði í grundspælinum, so tykist tað vera víst, at nógv skal henda, um VÍF ikki tryggjar sær gullmerkini í landskappingini.
Spenningur í Vestmanna
Hjá monnunum tykist tað eisini benda tann vegin, at VÍF skal tryggja sær gullið, men her er støðan heilt øðrvísi, tá tosað verður um steypakappingina.
Í fyrru hálvfinaluni móti StÍF vóru vestmenningar so dyggiliga við undirlutan. Eitt skifti var líkt til, at talan skuldi gerast um veruligt sorl, men í seinasta minuttinum av dystinum fekk VÍF tó minkað munin niður í fýra mál.
Júst hetta kann vera bjargingarlínan hjá Vestemnningum, og einki er at ivast í, at teir ætla sær at vinna tey fýra málini innaftur.
Hetta verður tó trupult móti strandingum, sum veruliga tykjast hava funnið stevið, og sum traditionelt eru sterkari í seinnu kappingarhálvu. Sunnudagin sýndu vestmenningar tó, at teir kunnu reistast, tá mest stendur á, og so er spurningurin, hvørt hetta fer at henda eina ferð afturat.
Seinasti dysturin er tann í Havn millum Neistan og H71, og hetta er so eitt gott høvi hjá Neistanum at vaska tapið fyri VÍF av sær aftur. Fyrra dystin vann Neistin ruddiliga, 34-28, og sum uppgerðirnar millum liðini hava verið higartil í ár, so bendir alt á, at talan enn einaferð verður um neistasigur. Ikki minst, tá hugsað verður um, laku úrtøkuna hj´aH71 í endaspælinum.
Dystirnir í kvøld eru hesir
23.01.0218.30VÍF-Neistin
23.01.0220.00VÍF-StÍF
23.01.0220.00Neistin-H 71