Hvør misnýtir 4. statsmaktina í Føroyum?

    

Marjus Dam, løgtingsmaður
???????????????????????

Hvør er tað, ið manipulerar 4. statsmaktini við vindandi skeivum upplýsingum?.
Situr Høgni Hoydal enn einaferð aftanfyri sínar dyr og smílist, tí aftur eydnaðist at lumpa 4.statsmaktina at taka upp skeiv tíðindir til høvuðstíðindir, fyri at skaða sitandi samgongu? Tað er tað mangt, ið bendir á.
Seinastu tíðina hevur mangt og hvat verið at hoyrt í 4. statsmaktini: Útvarpi, Sjónvarpi, og bløðum okkara.
Men onkuntíð kann ein ikki annað enn undrast á nøkur viðurskiftir
Undanfarni Landsstýrismaður í fíggjarmálum setti ein bólk at kanna alla MVG lógina. Sagt var, at mongu undantøkini vóru við til at úthola MVG lógina. Embætismannabólkurin hann setti, hevur nú arbeitt í nøkur ár. Og hann heldur sjálvandi fram at arbeiða sjálvt um núverandi samgonga hevur tikið við. Bólkurin er nú liðugur og tilfarið verður sent til hoyringar hjá ymiskum feløgum. Men mest sannlíkt er, at Tjóðveldisflokkurin hevur fingið fatur í tilfarinum, og klippir bitar úr arbeiðinum og sendir tað til pressuna - fyri at villeiða.
Og í pressuni verður endurgivið - púra skeivt - at Landstýrið arbeiðir við at ... nærum forkoma øllum virksemi her á landi.
Nú eri eg valdur í Løgtingið og eri í samgongu. Og eg kann upplýsa, at ongin ætlan um at forkoma hesum landi fyriliggur. Tann uppgávan verður bert loyst við at gjøgnumføra stevnuskrá Tjóðveldisfloksins. Og henni ganga vit als ikki eftir. So á hesum øki, kunnu fólk verða púra trygg.
Men áliggur tað ikki 4. statsmaktini at verða kritiskur og kanna, hvør keldan er?. Tí tað kann ikki vera endamálið hjá 4. stats-maktini at bera rangan tíðindaflutning. Gera teir tað, so renna teir politisk ørindir og missa harvið fullkomuliga sítt trúvirði.