Hvør immunverja verjir teg best móti korona?

- Við lungnabruna javnviga immunverja og lungu á einari knívsegg, sigur Anna Spurkland, professari í immunologi.

 

 

Nøkur av teimum korona-smittaðu fáa bert lættari sjúkueyðkenni, meðan onnur kunnu fáa tørv á andahjálp við andingartóli. Korona-virus rakar fólk ógvuliga ymiskt. Sambært almennum heilsumyndugleikum fáa umleið 80 prosent av teimum, sum gerast fongd við covid-19, milda sjúku. Flestu, sum lótu lív, høvdu frammanundan vánaliga heilsu.

Men, korona rakar ikki bara eldri og sjúk. Eisini ung og frísk fólk kunnu gerast álvarsliga sjúk og kunnu fáa tørv á andahjálp.

Anna Spurkland, sum er professari í órinsfrøði ella immunologi við Universitetið í Oslo, hevur skrivað bókina ”Immun”, og hon sigur, at covid-19 serliga kann elva til álvarsliga sjúku hjá eldri fólki og hjá fólki, sum frammanundan hava aðrar sjúkur.

Hon leggur dent á, at tað er nógv, sum heimurin í løtuni ikki veit um covid-19, tá hetta er eitt lutfalsliga nýtt virus. - Vit hava bara kent hetta virusið í tríggjar mánaðir. So, tað er ógvuliga nógv, vit enn ikki kunnu siga um covid-19, sigur professarin.

Sambært almennum heilsumyndugleikunum eru fólk við eitt nú diabetes, kroniskum lungnasjúkum, krabbameini, hjarta-og æðrasjúkum og høgum blóðtrýsti í størri vanda fyri at gerast álvarsliga sjúk. Mett verður, at fólk, sum eru 65 ár og eldri, eisini eru í størri vanda.

Tað finst í løtuni eingin heilivágur ella effektiv viðgerð móti korona-smittu. Tí er immunverjan rættiliga avgerandi fyri niðurberjing av sjúkuni. Sambært professaranum, Onnu Spurkland, kann immunverjan hjá menniskjum býtast í tveir partar: Tann eini parturin er viðfødda immunverjan - og hin parturin er tillagaða immunverjan. Tillagaða immunverjan mennist gjøgnum alt lívið og serliga, tá fólk eru ung.

- Stutt kann sigast, at ein nýføðingur, sum verður føddur í henda heim, hevur eina uppgávu - at gerast immunur. Immunverjan hjá tí nýfødda er skrúvað soleiðis saman, at hon tekur sær av einari ígerð fyri og aðrari eftir, sigur Anna Spurkland, sum vísir á, at hetta eisini er ein orsøkin til, at mong børn, sum eru vorðin smittað við korona-virus, hava havt eina milda sjúkugongd.

- Foreldur gerast ofta nógv verri fyri av somu sjúku, sum eitt barn treyðugt veit av, at tað hevur, sigur hon.

Anna Spurkland sigur, at flestu ung hava eina immunverju, sum skjótt kann savna seg og leypa á nýggj virus, men evnini til umlegging gerast verri, sum árini ganga, og fólk eldast.

- Immunverjan hjá eldri fólki hevur lært seg at niðurberja eitt virus fyri og annað eftir gjøgnum eitt langt lív. Men, tá so eitt spildurnýtt virus kemur, hevur immunverjan ikki longur somu tiltaksgoymslur eftir til at leypa á virusið nóg skjótt.

Professarin sigur, at hetta er ein av høvuðsorsøkunum til, at fleiri eldri kunnu gerast álvarsliga sjúk av covid-19. Sambært Onnu Spurkland kann ein sterk og aktiv immunverja, sum savnar seg skjótt, eisini føra til eina álvarsama sjúkugongd.

- Eg fái ofta spurningin, hvussu fólk fáa eina sterka immunverju. Tá plagi eg at siga, at tað, sum er avgerandi, er, at tú hevur eina gløgga immunverju. Ein gløgg immunverja dugir at skilja ímillum tær frísku og sjúku kyknurnar.

Professarin greiðir frá, at ein sterk immunverja í nøkrum fáum førum kann leypa so ógvusliga á sjúkuna, at immunverjan ger av við bæði frískar og lívsneyðugar partar av likaminum. Slík støða kann í ringasta føri gerast lívshættislig.

- Við lungnabruna javnviga immunverja og lungu á einari knívsegg. Fer immunverjan ov ógvusliga í gongd, kann tað enda við, at hon oyðileggur lunguni, sigur Anna Spurkland.

Menniskju hava ymisk arvalig frábrigdi. 

- Tað, at fólk kunnu gerast álvarsliga sjúk, kann snúgva seg um reina tilvild. Tey, sum yvirliva eftir álvarsliga sjúku, kunnu vera heppin og hava røttu samansetingina av arvaeginleikum, sigur professarin, sum eisini heldur tað hava týdning, hvussu ógvusliga fólk gerast fongd við eitt nú covid-19.

- Vit hava sæð dømir um spillfrísk heilsustarvsfólk, sum eru vorðin álvarsliga sjúk, tí tey fingu so nógv av virusinum í seg, leggur Anna Spurkland aftrat.

Í VikuskiftisSosialinum í dag, sum enn einaferð ger nógv burtur úr korona-virus,  er eisini ein størri grein við professaranum í immunologi.

##med2##

Tað var hin 31. desember í 2019, at Heimsheilsustovnurin, WHO, fyri fyrstu ferð fekk frágreiðingar um ein lungnabruna - ”við ókendum uppruna” - í Wuhan í Kina. Hin 11. februar í 2020 fekk sjúkan almenna navnið covid-19. Virusið, SARS-CoV-2, hoyrir til eina størri virusfamilju, kend sum koronavirus. SARS og MERS eru dømir um onnur sløg av korona-virus.

Royndirnar higartil hava víst, at umleið 15 prosent av teimum, sum gerast fongd við covid-19, kunnu gerast álvarsliga sjúk, harav nøkur teirra enda á sjúkrahúsi. Arbeitt verður kring allan heim við at menna ein heilivág móti covid-19, men væntandi er, at hetta fer at taka tíð.

Kelda: NRK