Hvør hevur traðkað teg á tærnar – Edmund ?

Poul Michelsen
-----

Nú sigi eg sum onkur á Face­book – hvat leikar á hjá Edmundi og Peri, tá so ógvuslig orð skulu brúkast ímóti mær ? Eg havi als ikki samskift við Edmund Joen­sen um nakað mál..
Eg havi gjørt viðmerkingar til Helga Abrahamsen, sum í eini almennari grein um Moodys ratingina tilskrivaði ríkisfelagsskapinum æruna fyri góðu Moodys ratingina.
Tað gera Moodys ikki - teir tilskriva nevniliga sjálv­stýrisviljanum minst líka nógv, men tann partin av frá­greiðingini hóvaði ikki sam­bandsmanninum, og hvat ger mann so – tekur tann partin av tekstini burt­ur – hví ? - kann so hvør ein­stakur sjálvur meta um.
Eg havi givið mítt boð, uppá hví so var, men kann mót­satt Helga fegnast um, at Moodys – fyri fyrstu ferð – gevur sjálvræðinum Før­oy­um búskaparligt virði. At egin megi og máttur ikki telja við hjá summum sam­bands­monnum kenna vit til, men at Moodys hevur skilt hetta – er fyri mær onki annað enn sjálvsagt.
At hesi sera avmarkaði orð míni skulu raka Edmund Joensen so eymt, lýsir bara munin millum mína og hans­ara fatan.
Eg skal bara minna Ed­mund á, at eg í míni við­merk­ing til Helga Abra­ham­­­sen, als ikki umrøddi rík­i­s­fe­lags­skapin. Gjørdi bara vart við, at Helgi ikki endurgav Moodys frá­greið­ingina rætt. Hann “gloymdi” tann part­in av frá­greið­ingini, sum gav sjálvstýristilgongdini ser­ligan týdningarmiklan bú­skaparligan ans.
So Edmund. Ongin tramp­an ella leikan í frá mínari síðu – skilji als ikki hvat tú vilt við hasi greinini – “agurkutíðir” er tað sum fellur mær nærmast at hugsa.
Læt meg enda hetta kjakið við at siga at betri er at verja borg enn at herja borg – so eg fari at brúka positivu frágreiðingina hjá Moodys til framhaldandi at birta upp undir størri sjálvbjargni og gera hetta í samstarvi við aðrar tingmenn – eisini Helga Abrahamsen.