Frank Davidsen
----
Nú komið er út í septembur mánað bera fjølmiðlar tey skelkandi tíðindi, at 80.000 tons av makrelkvotuni eru eftir at fáa til høldar. So kann ein spyrja seg sjálvan, hvussu tað ber til, at meira enn helvtin er eftir av tí kvotu, sum vit hava kannað okkum. Og hvørjar avleiðingar kemur hetta at hava framyvir, tá okkara fyrrverandi samstarvsfelagar fáa staðfest, at vit ikki eru førir fyri at fiska ta makrelkvotu, vit sjálvir hava sett okkum, ta tíð, makrelurin er í okkara sjóøki. Sjálvsagt verða teir fyrndarglaðir, eins og skaðafrøin er í hæddini, nú teir til komandi samráðingar kunna staðfesta, at okkara fiskimálaráðharri hevur skotið seg í fótin, so tað stendur eftir.
Tað kann tykjast margháttligt, soleiðis sum mannagongdin hevur verið í makrelmálinum. Aftan á tógvið stríð flokkanna millum í samgonguni, so varð semja gjørd um leggja tað soleiðis til rættis, at landskassin skuldi fáa út í móti 100 milliónum inn í einum tilfeingisgjaldi. Henda semja, sum Sambandsflokkurin setti sum eitt ófrávíkiligt krav mótvegis Fólkaflokkinum hevur víst seg, at Fólkaflokkurin, sum altíð sigur seg halda gjørdar avtalur, sum ikki einaferð bluffaði sitandi løgmann okkara.
Og er tað nakar, sum hevur lagt fótonglar í vegin, soleiðis at kvotan helst ikki verður uppfiskað, so er tað sitandi fiskimálaráðharri. Ein og hvør veit, at fiska eina so stóra nøgd sum 150.000 tons, tað krevur fyrst og fremst, at tað er ein javnvág í millum tað, sum verður fiskað, og móttøkuorkuna á landi. Tá vit nú hava eina so stóra makrelkvotu, so nyttar tað lítið at skriva út eina rúgvu av fiskiloyvum, samstundis sum Fiskimálaráðið frá fyrsta degi av setur hjáveiðuprosentið á sild so lágt, at skipini vera revsaði til at liggja óvirkin við bryggju fleiri vikur. Í staðin fyri at taka hædd fyri, at kvotan varð fiska, so hevur ein tað fatan, at her var tað ikki samfelagsins áhugamál, men í staðin fyri »mig alene vide«. Í staðin fyri at lata ein part av kvotuni fara yvir eina uppboðsølu sum í fjør, so landskassin t.v.s føroyski skattgjaldarin skuldi fáa sum mest burtur úr við einum tilfeingisgjaldi, so varð henda skipan saboterað frá fyrsta degi av við at leggja gjaldið, sum móttøkuskipini skuldu gjalda so høgt, at einki mótøkuskip hevur verið á feltinum. Alt tos um at tað av hesum gjørdst trupult at fáa hesi risa stóru nøgd til høldar, varð kveistrað til viks við tí grundgeving, at ovmikið av móttøkuorku var á landi at taka ímóti. Men tað rann ikki fiskimalaráðharranum til hugs, at tá einki móttøkuskip var á feltinum, so var støðan ein heilt onnur enn hon var seinasta summar.
Tað var als ikki tikið hædd fyri, at makrelurin kanska ikki stóð so tættur, at tað tók longri tíð at fiska, ella um fjarstøðan har fiskað varð gjørdi tað munin longri fyri hvønn túrin. Hin vegin so skuldi tað fyri alt í verðini ikki nakað oyra koma beinleiðis í tann soltna landskassa.
Tað er einki minni ein gøla, um stórur partur av kvotuni ikki verður uppfiskað, og eg ivist ikki í, at okkara fyrrverandi samstarvsfelagar fylgja væl við í gongdini frameftir. Nú í ellivinta tíma vaknar fiskimálaráharrin við kaldan dreym, og nústaðni sær hann, at hann hevur skotið seg í fótin, so tað stendur eftir. Samstundis sum makrelurin er á veg úr føroyskum sjóøki, ætlar Fiskimálaráðið at sleppa øllum bindingum í samband við makrelfiskiskapin, men spurningurin er, um vit ikki hava ligið sjóvarfallið av okkum.
Har afturat so er tað lagnunar speisemi, at av teimun 150.000 tonsunum, ið vit hava kannað okkum, so hava uppisjóarvirkini í Kollafirði, eins og nýggja virkið á Tvøroyri als ikki fingið ta nøgd, ið tey áttu at fingið vegna vánaliga handfaring av makrelfiskiskapinum í summar.
Eingin ivi er um, at tað var ein røtt og djørv avgerð, tá fiskimálaráðharrin hækkaði makrelkvotuna til 150.000 tons, men tað sjálsøkni og serliga handfaringin av makrelkvotuni í summar, setur spurningin, um hetta ikki kann koma okkum aftur um brekku, serliga um stórur partur av kvotuni ikki verður uppfiskaður.
Vónandi er meira makrelur komin til høldar, enn fjølmiðlanir siga frá, og vónandi kunna tey mest effektivu skipini fáa so góðan fiskiskap tað sum er eftir av vertíðini, at tað ikki gerst ein gøla av, at vit ikki kunna fáa alla makrelkvotuna til høldar.