Hvør fjøl á flot í Klaksvík leygardagin

Viðrar verður árliga fiskikappingin í Norðoyggjum leygardagin, tá hampuliga góð streymloysa er. Tað er Stuðulsfelagið fyri skúlaskipið M/S Dragin, sum skipar fyri fiskikappingini

Úr Norðoyggjum siga teir, at komandi vikuskifti verður ein hampiliga góð streymloysa, og tí hevur Stuðulsfelagið fyri skúlaskipið M/S DRAGIN avgjørt at skipa fyri tí árligu fiskikappingini, sum er fyri allar Norðoyggjar..

Í fjør var tað báturin ?Hvítiklettur? við monnunum Erling og Marius Vilhelmsen, sum var bestir, og fingu teir steyp til ognar eins og ferðasteyp. Næstbestur bátur var ?Fiskanes? við Mikkjal Pauli Lamhauge og Eiler Jørgensen, og triðbestur var ?Svartiklettur? við Elmar Simonsen og Kennet Justesen.

Frá kl. 7.30 fáa allir bátar, sum fara av vágni í Klaksvík luttøkuskjøl umborð á ?Draganum?. Luttakarar á Borðoyavík og Árnafirði fáa eisini luttøkuskjal umborð á ?Draganum?, men í Hvannasundi og Norðdepli fæst luttøkuskjalið við Frostvirkið, og á Viðareiði fæst tað niðri á Eiðsvík. Luttøkugjaldið er 20 kr. pr. mann.

Av trygdarávum er ikki loyvt at fara einsamallur, tað skulu minst tveir mans við hvørjum báti. Bátarnir kunnu fara frá landi kl 8, og tað er bert loyvt at nýta snøri, snellu ella tráðu sum veiðureiðskap. Tað er ikki loyvt at fiska við aliringarnar. Seiður telur ikki við í vektini. Allir bátar skulu verða aftur á landi í seinasta lagi kl. 17.

Fiskauppboðssøla kl. 18 ? har fólk kunnu keypa sær at kóka.

Fiskurin verður lagdur upp og vigaður við bátabrúgvarnar við Nólsoyar Pálsgøtu. Frá kl. 18 ? 19 verður fiskauppboðssøla við bátabrúgvarnar.

Tann bátur, sum hevur størstu veiðu pr. mann verður vinnari og fáa teir ferðasteyp. Manningarnar á trimum teimum bestu bátunum fáa steyp til ognar. Eisini verður steyp latið til tann, sum hevur fingið tann stórsta fiskin.

Steypini í ár hevur EIK-bankin givið.

Fyrireikararnir vóna, at nógvir mans nú fara at rigga til, so vit fáa eina spennandi fiskikapping. Í Klaksvík liggja nógvir bátar við bátabrúgbarnar, og her er ein góður kjansur hjá monnum at fara á flot og fáa ein hugnaligan dag saman - og spennandi verður hvørjir verða fiskikongar í ár.

Um kvøldið verður góður gamlamannadansur, har orkestrið ?Flemming og vinmenn? spæla. Fyrireikararnir heita á fólk um at koma í dans áðrenn miðnátt, tí so fáa tey meira burturúr, og dansistemningurin verður betri.

Peningurin frá fiskikappingini og dansinum fer óskerdur til M/S ?DRAGIN?, sum er umbygdur til skúlaskip.