Hví krógvar samgongan uttanríkispolitikkin fyri løgtinginum?

Hergeir Nielsen

Á Kyndilsmessu í ár varð løgmaður spurdur eftir einum uttanríkispolitiskum orðaskifti á tingi, og svaraði hann tá, at málið var komið til fínpussingar, og var ávegis í tingi.
Nú summarmáli er í hondum og tingssetan við at enda, sæst einki útkast til nakað uttanríkispolitiskt orðaskifti, hvørki grovt- ella fínpussað, og heldur einki sæst til nakran løgmann, sum umsitur hesi viðurskifti.
Tvørturímóti, so er løgmaður burturstaddur, nú løgtingið hevur mest at gera, og næstseinastu munnligu spurningarnir eru á skrá.
Eitt uppskot Tjóðveldisfloksins fyri einum ári síðan, um at søkja limaskap í EFTA, varð eftir áheitan frá løgmanni forðað í at fáa í viðger í uttanlandanevndini og
doyði tí stráðdeyðan á tingi.
Annað uppskot Tjóðveldisfloksins nú um dagarnar, um at taka ræði á uttanríkispolitisku viðurskiftunum, varð eftir áheitan frá heimastýrisflokkunum í formansskapinum forðað í at fáa nakra viðger yvirhøvur, og doyði tí eisini stráðdeyðan á tingi.
Í triðja lagi hevur so sjálvur løgmaður ligið á lyftunum og møguleikunum fyri at leggja nakað uttanríkispolitiskt orðaskifti til tingsins viðger alt samgonguskeiðið.
Tráðspurdur á Kyndilsmessu svaraði løgmaður, at framløgan til uttanríkispolitiska orðaskifti var til fínpussingar, og fyrsta dagin varð borin niðan í tingið.
Nú setan er um at enda, einki mál sæst hava verið á dagsskrá í Tinganesi, og løgmaður ongari aðrari fráboðan er komin við, verður roknað við, at árligu lyftini um hetta orðaskiftið verða brotin enn eina ferð.
Kortini, so hevur Tingenes boðað frá, at varaløgmaður røkir heimildir løgmans, meðan løgmaður er burturstaddur, og verður varaløgmaður tí spurdur, um hann kann kunnað løgtingið um uttanríkispolitisku støðu Føroya í løtuni, Evropastrategiirnar og útlitini fyri ætlaða limaskapi okkara í EFTA/EBS?