Hví fáa summi línuskip ikki fólk?

"Hví kemur tað fyri, at línuskip mangla fólk onkran túr?"

Tað er ein sourningurm, sum Føroya Fiskimannafelag setir á síni heimasíðu um dagarnar.

- Tá tað verður sagt, at tað gongur illa at manna línuskip, er tað bara partvís rætt. Tí, tað eru fleiri línuskip, sum hava eina fasta manning. Hesi skip eru góð at vera við, og manningin trívist væl umborð.

Fiskimannafelagið spyr, hvussu tað so ber til, at onkur reiðari hevur ilt við at fáa manning umborð?

- Tað vanliga er, at um øll viðurskifti eru í lagi, er eingin trupulleiki. Hinvegin kunnu tað vera viðurskifti, ið gera, at menn heldur leita sær aðrar vegir. Tað kann vera so mangt, ið ger tað.

Felagið vísir á, at verri er, tá tað er sjálvgjørt av reiðaranum, at hann ikki fær fólk.

- Tað hjálpir lítið at fara út á geilar at siga frá, at vit ikki fáa fólk, tá reiðarin ikki hugsar um fólkið. Nú herfyri fór ein línubátur út, uttan at partur av manningini visti av. Tað vísti seg, at fimm mans gingu heima og bíðaðu eftir boðum, sum ongantíð komu.

Fiskimannafelagið vísir á, at hetta er ein av fleiri feilum, sum reiðarar gera í gerandisdegnum.

- Tá er tað væl ikki so løgið, at tað kann vera trupult at fáa fólk umborð. Eitt er so heilt vist, at um rætt verður atborið, verður eingin trupulleiki at fáa skipini mannaði við góðum føroyskum fiskimonnum, sigur Føroya Fiskimannafelag.