Hví bróta niður arbeiðið hjá øðrum á fólkatingi, Anfinn?

Opið bræv til Anfinn Kallsberg

Høgni Hoydal
????????
Góði Anfinn Kallsberg
Eg var sjálvur millum teirra, sum sóu úrslitið av fólkatingsvalinum í februar sum eina styrki fyri fullveldisvongin í føroyskum politikki.
Eg helt, at valstríðið til fólkatingsvalið vísti møguleikar fyri eini breiðari semju ímillum flestu flokkar í Føroyum.
Millum annað segði tú í valstríðnum til fólkatingsvalið fyri bara fýra mánaðum síðani, at tú og Fólkaflokkurin fóru ongantíð at góðtaka at vera avmarkað undir donsku grundlógini. Tit vildu, at vit skuldu yvirtaka alt, sum Danmark legði til ES. Og tit fóru ikki at góðtaka donsku lógaruppskotini um yvirtøkur og uttanríkisheimildir, sum tey lógu. Fólkaflokkurin lýsti enntá við, at vit vóru fullspottað, um vit góðtóku at verða rópt "Kongeriget Danmark for så vidt angår Færøerne".

Samstarv afturvíst
Eg vónaði tí, at vit sluppu undan somu støðu sum var í seinasta valskeiði, har fyrst Tórbjørn Jacobsen og síðani undirritaði førdu onnur sjónarmið fram enn Lisbeth L. Petersen í flestu málum, og at føroysku umboðini tískil tosaðu hvør ímóti øðrum. (Lisbeth hevði tó eina greiða støðu áðrenn og eftir valið, og tí havi eg virðing fyri).
Men eg fór skeivur.
Vit bjóðaðu tær uppí Norðuratlantsbólkin, men tú valdi heldur at gera tekniskt samstarv við Konservativa Fólkaflokkin í Danmark. Norðurat-lantsbólkurin hevur tó roynt at boðið tær við til tiltøk og annað politiskt arbeiði, sum vit arbeiða við dagliga.

Bert stuðlað stjórnini
Eg havi bert sæð teg 4 ferðir á fólkatingi hesar 4 mánaðirnar síðani valið. Og hvørja ferð hevur tú ført heilt onnur sjónarmið fram, enn tey, sum tú førdi fram í valstríðnum.
Tú hevur tikið undir við donsku uppskotunum um yvirtøkur og uttanríkismál, har ein donsk hjálandafatan verður staðfest, ið hoyrir heima í amtstíðini, og tú hevur enntá takkað stjórnini fyri sína støðu.
Hetta hevur verið harmiligt at uppliva. Stjórnin hevur beinleiðis brúkt tínar útsagnir til at afturvísa tí, sum eg havi ført fram, og til at vísa á, at føroyingar ynskja ikki fullveldi. Harvið hevur stjórnin aftur kunnað víst á split og ósemjur millum føroyingar.
Skjýtur arbeiðið hjá øðrum niður
Men tað var ovboðið, tá tú møtti á fólkatingi mikudagin 1. juni 2005.
Norðuratlantsbólkurin hevur lagt stóra arbeiðsorku í at fáa eitt aðalorðaskifti um ES-grundlógina og eina samtykt um, at ein óheft kanning skal lýsa, hvørjar avleiðingarnar av hesi lóg verða fyri Føroyar og Grønland. Lógaruppskotið um ES-grundlógina fær jú 2. viðgerð 8. juni. Og vit høvdu fyrireikað alt væl og virðiliga, m.a. við fundum við allar flokkar á fólkatingi.
Tað sá eisini út til, at vit kundu fáa meiriluta fyri uppskotinum, hóast teir báðir stjórnarflokkarnir vóru ímóti.
Men tú fórt á røðarapallin og gekk ímóti okkara uppskoti. M.a. bar tú fram tey ósannindi, at Føroya Landsstýrið ikki tók undir við uppskotinum.
Hetta brúkti stjórnin beinavegin til aftur at vísa á ósemjur millum føroyingar - og í hesum føri eisini til at vísa á ósemjur millum føroyingar og grønlendingar. Danski uttanríkisráðharrin brúkti beinleiðis tína støðu sum grundgeving fyri at ganga ímóti eini kanning.

Fráboðað fyri mánaðum síðani
Tú vildi eisini vera við, at tú ikki var kunnaður um uppskotið.
Hetta veitst tú eisini er ósatt.
Vit boðaðu frá ynskjunum um eina óhefta kanning, tá Fólkatingið hevði fyrstu viðgerð av ES-grundlógini í apríl mánað. Tá vart tú ikki á Christians-borg, men uppskot okkara hevur ligið á fólkatingi í tveir mánaðir og er sent øllum limum.
Eg havi eisini sjálvur tosað við teg um uppskotið heima í Føroyum og havi staðiliga biðið teg møta upp til tess at stuðla í orðaskiftinum. Eisini havi eg boðað frá tí í sambandi við fyrispurningar á Løgtingi, og eg havi eisini heitt á landsstýrið um at kanna allar avleiðingar nærri.
Um tú hevði viljað havt eina øðrvísi kanning, so kundi tú sjálvur tikið stig til tað. Men tað hevur tú ikki gjørt. Og vildi tú havt landsstýrið og føroyska serfrøði uppí, so kundi tú sett teg í samband við Norðuratlantsbólkin, og so kundu vit tillagað uppskotið sambært tínum ynskjum. Men tað gjørdi tú heldur ikki.
Uttan ávarðing legðist tú í staðin eftir tí stóra arbeiði, ið Norðuratlantsbólkurin hevur gjørt í hesum máli.
Eg haldi hetta vera ómetaliga illoyalt og púra óskiljandi.


Hvat gera vit á fólkatingi?
Kundi hugsað mær at vita, hví tú gongur ímóti hesum sjálvsagda uppskoti um eina óhefta kanning. Er tað ikki okkara skylda sum føroysk fólkatingsumboð at syrgja fyri, at avleiðingarnar fyri Føroyar verða lýstar, áðrenn tað fólkating, vit eru partur av, samtykkir lóggávu, ið fær stórar avleiðingar fyri okkum? Og er tað so løgið at fólkatingið samtykkir at kanna avleiðingarnar, tá tað jú er fólkatingið, ið skal gera samtyktina um ES-grundlógina?
Eg kundi hugsað mær eina frágreiðing frá tær, hví tú hevur valt at fara soleiðis fram, sum tú hevur. Hvørjum skal tað gagna?
Hví hevur tú kúvent so nógv í mun til tað, sum tú segði undan fólkatingsvalinum? Og hóast tú ikki vilt verða partur av Norðurat-lantsbólkinum, hví er so neyðugt at standa á tingsins røðarapalli og bera fram ósannindi um okkara arbeiði og ganga ímóti tí?
Hvør heldur tú, tá til stykkis kemur, fær fyrimun av, at uppskotið fall? Er tað til fyrimunar fyri Føroyar, at eingin kanning verður? Ella er tað kanska mest til fyrimunar fyri donsku stjórnina?
At ES-grundlógin nú helst ikki kemur í gildi í verandi líki, er kanska heppið fyri Føroyar. Men tað ger tað ikki minni neyðugt, at vit fáa lýst allar avleiðingar, áðrenn Fólkatingið samtykkir ES-grundlógina.
Eg og Norðuratlantsbólkurin eru altíð at fáa fatur á, um tú hevur nakað at siga okkum, so vit sleppa undan at viðgera ósemjur á fólkatingsins røðarapalli.
Við vón um hetta verður framferðarhátturin framyvir - og við vón um skjótt svar.