Húkavinnan fer í gongd aftur

Lítil húkaveiða hevur verið á landgrunninum seinastu tvær vikurnar.

Lítil húkaveiða hevur verið á landgrunninum seinastu tvær vikurnar.

 

Millum tey seinastu línuskipini, sum komu aftur av túri undan jólum, var Sandshavið, sum fiskaði í íslendskum sjógvi tað mesta av einum mánaði, áðrenn skip og manning stevndu heim aftur til lands.

 

Sandshavið landaði nakrar ferðir í Íslandi á túrinum, men sum skilst, royndist hesin túrurin samanlagt einki serligur.

 

Fríggjadagin, tá Fiskamarknaður Føroya gjørdi sínar metingar um landingar í vikuni, sum kemur, lógu øll línuskipini inni. Skipini fara at loysa aftur, sum dagarnir ganga, nú streymurin eisini verður góður teir næstu dagarnar.

 

Lítil útróður hevur eisini verið seinastu tíðina, og yvirhøvur er lítil útróður úr bygdunum kring landið. Tað munnu vera nógv ár síðan, at so lítil útróðrarvinna hevur verið í Føroyum sum seinnu árini.

 

Nú streymurin verður góður, og veðurútlitini eru hampilig, er væntandi, at nakrir bátar fara at loysa. Seinastu tíðina hava bátar, sum royna við línu, fingið mest av toski og hýsu.