Marita føddist og vaks upp í einum javnaðarheimi, har politikkur, og politiskar støðutakanir vóru partar av gerandisdegnum, og har humanisma, samhaldsfesti, rættvísi og rættferð, vóru hornasteinar at grunda samveru ímillum manna á, tað samveru, sum gav størsta mát av frælsi og vælferð til hin einstaka og møguleika fyri størsta máti av nøgdsemi og lukkukenslu.
Marita hevur fleiri ferðir greitt frá, at hon, júst tí at hon ikki bert vildi arva javnaðarhugsjónina, sum ein sjálvsagdan part av førninginum heimanífrá, fleiri ferðir á lívsvegi sínum varð steðgað á til tess at granska seg sjálva fyri at vinna út av, um justeringar skuldu fremjast, kósir broytast, okkurt tveitast fyri borð og annað takast inn.
T.d tá ið hon fyrstu ferð skuldi velja í øðrum landi, og tá ið hon heimafturkomin til Føroya skuldi taka støðu til tann føroyska politiska mosaikkin, sum var ein serliga fløkt og fjøltáttað mynd.
Hon kom hvørja ferð til at støðu, at tey lívsvirði, sum ein samfelagsskipan skal tryggjað, røkkast frægast í einum samhaldsføstum demokratiskt sosialistiskum samfelagi.
Heimið hjá Maritu og Kára og umhvørvi teirra gjørdust tí eitt av teim, har ætlanir vórðu fostraðar, viðgjørdar og førdar í penn. Har stevnuskráir, arbeiðsstetningur og samgonguskjøl komu upp at venda og ikki minst, har vit, sum vald vóru í álitisistørv, kundu styrkja okkum av kjaki um veikleikar og styrki í teimum ymsu politisku tættunum, uppi vóru.
Hetta at bera í gerandisdegnum, røkka limum, fyriskipa í feløgum og floksapparati og síðani sannføra veljaran er aðaluppgávan og lá teirra partur ongantíð eftir, men onkur skal harútyvir átaka sær formligu leiðsluna og standa í fremstu røð.
Kenni meg sannførdan um, at tá ið Marita í 1988 at enda játtaði at stilla upp, so var tað ein ásannan av, at tú mást ganga undir ávísa verjuskyldu, skalt tú røkka longst møguligt, eisini at egnum málum.
Og Marita røkk langt tey 10 árini, hon stóð í fremstu røð, á tingi, í landsstýri og aðrastaðni.
Eitt av hennara hjartamálum var javnstøða ímillum kynini. Sjálvsagt fyri ein javnaðarflokk at fremja lóggávu um um hetta. Men, hvussu ótrúliga nógv sterkari er tað ikki at hava eina kvinnu at stríðast saman við, ið framhaldandi kann standa sum fyrimynd fyri ikki bert aðrar kvinnur, men øll, sum halda at rættvísi er javnstøða ímillum kynini og í breiðari merking, ímillum menniskju.
Skipanin av landsstýri í januar í 1991 var nokk so serlig, tí løgmaður skuldi fara frá við ársskiftið 1992/93.
Tí sluppu vit ikki undan, at ímillum manna vildi tilnevningin verða fatað, ikki sum val av einum løgmanni og trimum landsstýrismonnum, men sum val av einum løgmanni og trimum løgmansevnum, og soleiðis bleiv tað eisini.
Flokkurin valdi Maritu at taka við, og í dag tykist tjóðin samd um, at tað var eitt gott val.
Tað er við størstu virðing og takksemi, tjóðin nú heilsar Maritu farvæl seinastu ferð.
Hennara sigling í vandsjógvi í 1993 og 1994 skapti viðurkenning frá øllum politiskum flokkum í Føroyum og eisini stóra virðing uttanfyri landoddarnar.
Ágrýtni, viljastyrki og støðufesti vóru ímillum teir eginleikar, sum góvu Maritu førleika at standa á odda, ta truplu tíð, men hesar eginleikar hevði hon avdúkað áðrenn.
Hugsi um, at hon í búnum aldri aftaná at hava fingið sær eina útbúgving, fór undir hægri lesnað einaferð afturat. Tað er ikki hvørsmansføri, vit allarflestu vildu mett hetta ov møtimikið. Og tað, tó hon samstundis hevði eitt heim heim við manni og trimum børnum at eiga medábyrgd av.
Undirritaði hevur, sum tað framgongur, nógv at takka fyri, tá ið ein hevur átt so góð fólk at stríðast saman við politiskt, men áðrenn hetta verunliga tók seg upp í 1970, eru so nógvar privatar upplivingar frá eini felags fortíð, lestrarárini í Danmark, at minnast til. Tey minnini fløva í dag, eins og tann meiri privata samveran, sum tað hóast alt blivu nakrar stundir til hesi 31 árini heima í Føroyum.
Farvæl stríðsfelagi, og tit, Kári, synir og familja eiga djúpa samkenslu úr okkara húsi.
Atli P. Dam