Í annaðkvøld, sunnukvøldið 22. juli klokkan 18, verður eitt hugnaligt tiltak við Kolbeinagjógv, og tað er Missiónshúsið á Strondum, sum skipar fyri.
- Vit fara at brenna bál, syngja og hoyra eitt orð. Eisini verður okkurt til matna, og øll eru hjartaliga vælkomin.
Í Missiónshúsinum á Strondum siga tey, at um ikki viðrar í annaðkvøld, verður møti sum vanligt í Missiónshúsinum.