Tað eru nógvir klaksvíkingar á Summarfestivalinum í dag, og millum teirra eru Sigga Thomsen, Vinna Eliasen og Henny Arthursdóttir, sum eru farnar ein tú á festivalinum við børnunum í dag.
Tær hava allar verið á Summarfestival í mong ár, og hvørt ár hava tær havt børnini við.
- Tað riggar bara heilt væl at hava børnini við á festivalin, tí her er nógv sum tey vilja fara til, og so er tað eisini so hugnaligt at verða á festivalinum, sigur Sigga.
Tær hava allar hús í Klaksvík, so tær búgva ikki niðri á festivaløkinum. Ístaðin fáa tær fult hús av gestum.
- Summarfestivalurin er akkurát sum Ólavsøka fyri Klaksvíksjingar, tí nú eru tað vit sum eru vertir, og fáa nógvar gestir ígjøgnum dagarnar, sigur Vinna.
Hóast børnini eru við um dagin, so ætla tær sjálvar á festival um kvøldið.
- Eg eri nokk so spent til Twisted Sisters í kvøld, men eg veit ikki hvat fyri forvantningar man hevur, tí tað er jú ein gamal bólkur, sum man hevur kent í mong ár, sigur Henny.