Óhugnalig líkasæla sigur skúlastjóri

Skulu Føroyar vera eitt land fyri nøkur útvald sterk fólk, spyr Ingvald á Kamarinum, sum ynskir at seta serskúla á stovn í Føroyum, men bara møtir tøgn frá Mentamálaráðnum. Hann undrast eisini um, at Lærarafelagið og Pedagogfelagið finna seg í vanlukkuligu støðuni hjá veikum næmingum í føroyska fólkaskúlanum

Ingvald á Kamarinum søkti fyri tveimum árum síðani um samstarv við Mentamálaráðið, so at hann kundi seta á stovn ein skúla í Føroyum, sum líkist Fjordskolen, har hann sjálvur er leiðari. Men Mentamálaráðið hevur ikki ønt honum aftur.

- Tað er undarligt, at man als einki svar fær. Eg havi samskift við fleiri donsk ministerier, og tað tekur teimum ongantíð longur enn tríggjar vikur at svara.

Men frá Mentamálaráðnum fær mann púrt einki svar, sigur Ingvald av Kamarinum.

Hann sigur, at hann næstan hevur vænt seg við líkasæluna hjá umsitingini, men hann undrast yvir, at Pedagogfelagið og Lærarafelagið ikki eru meira harðrend.

- Hvar er fakligi stoltleikin hjá hesum feløgum, tá ið tey bara lata sær linda, at einki hendir, spyr Ingvald á Kamarinum.

Hugsjónin aftanfyri skúlan hjá Ingvald  av Kamarinum er fyrst og fremst at taka útgangsstøði í tí einkulta næminginum. Á Skúlanum ganga umleið 20 børn millum seks og 15 ár, og tey hava øll trupulleikar, sum ger fólkaskúlan óegnaðan fyri tey.

- Vit hava børn við diagnosum sum ADHD og Torette, men vit hava eisini fleiri børn við óstaðfestum veikleikum og børn sum hava havt so veika sosiala bakgrund, at tey hava fingið kensluligt órógv.

Skúlin tekur næmingar heilt niður til seks ár, tí – sigur Ingvald - pedagogar duga væl at síggja, um eitt barn fær skúlatrupulleikar ella ikki, og jú skjótari tað fær hjálp jú betri.

- Tí undrar tað meg stórliga, at føroyskir pedagogar og lærarar, sum síggja trupulleikarnar í gerandisdegnum ikki rópa harðari, sigur Ingvald á Kamarinum.


Støðan er hættislig

Ingvald er skelkaður, um at foreldur kenna seg so kroyst í Føroyum, at tey velja at senda børn síni til Danmarkar.

- Í dag eru bókligu krøvini so stór, at fleiri børn detta niður ímillum. Men í Føroyum heldur mann fast í, at øll børn skulu passa til eina bókliga skúlagongd við 24 børnum í hvørjari stovu, sigur Ingvald á Kamarinum

- Men eg má viðganga, at eg ongantíð hevði sent børn míni til eitt annað land. Í Fjordskolen leggja vit stóran dent á at samstarva tætt við foreldrini, og øll børnini búgva heima ella hjá pleygufamiljum. Einki kann koma í staðin fyri foreldrakærleikan, og um eitt barn verður sent á stovn í einum fremmandum landi langt frá foreldrunum, kann tað gott vera at onkrir trupulleikar verða loystir, men tað er eisini stórur vandi, at tey fáa aðrar trupulleikar, tí tey kenna seg svikin og einsamøll.

- Tí er tað eitt neyðarróp sum vil nakað, táið foreldur standa fram og siga seg vera noydd at senda børn síni av landinum, sigur Ingvald á Kamarinum.

Hann heldur eisini, at vaksandi tjóðskaparrørslan fær ein óhugnaligan dám, tá ið mann samstundis sær, at sosialir trupuleikar verða eksporteraðir.

- Skal Føroyar vera eitt land fyri nøkur fá útvald sterk fólk, spyr Ingvald á Kamarinum.


Millum bestu skúlar í Danmark

At vera næmingur á Fjordskolen er annað enn at sita við eitt skúlaborð. Millum annað eigur skúlin ein stóran seglbát, sum verður dúgliga nýttur. Tá ið Sosialurin ringdi til Ingvald, var hann staddur úti á Kattegat saman við tveimum næmingum.

- Okkara næmingar eru ofta sterkir í handaligum og praktiskum økjum, og hetta royna vit at styrkja og menna. Í fólkaskúlanum fáa tey bara niðurløg omaná niðurløg, men hjá okkum fáa tey ein stoltleika og gleði, sum gevur teimum yvirskot at læra meira.

Bara nakrir fáir sokallaðir skeivir næmingar í einum vanligum fólkaskúlaklasssa merkja, at lærarin brúkar alla sína orku til teir, og tí gongur núverandi støðan út yvir øll. Tey veiku, tey sterku og lærararnar sjálvar, sigur skúlastjórin í Danmark.

Fjordskolen hevur fingið heiðurin at verða útnevndur millum bestu skúlar í Danmark, og seinasta ár fekk skúlin eisini heiður úr Bretlandi.

- Hetta gleðast vit sjálvandi um, sigur Ingvald. Men tí kennist tað eisini serliga undarligt, at als eingin áhugi er í Føroyum.


Líkasælan í Mentamálaráðnum

Ingvald á Kamarinum hevur ikki søkt um at seta skúla á stovn í Føroyum, tí hann endiliga vil sleppa at flyta heim.

- Eg havi tað gott niðri og trívist væl í mínum arbeiði, men hesi børnini liggja mær á hjarta, og eg vil gjarna bjóða mín serkunnleika fram.

Føroyska mentanin er øðrvísi enn tann danska, og tí skuldi tað verið upplagt at brúkt ein føroying sum ráðgeva, heldur enn onkran danskara, sum einki kennir til føroyska mentan, heldur Ingvald á Kamarinum.

Hann leggur eisini dent á, at tað ikki ber til at seta serskúla á stovn, uttan at almennu myndugleikarnir fara heilhjartaðir inn í ætlanina.

- Politiski stuðulin skal til, tí hetta er ein langtíðaríløga. Tað ber ikki til bara at seta okkurt fyribils upp, sum so verður tikið frá børnunum aftur. Tað er at gera ilt verri.

- Manglandi áhugin í Mentamálaráðnum kann ikki koma av fíggjarligari stúran, tí tað er ikki dýrari fyri Mentamálaráðið at senda næmingar í serskúla. Mentamálaráðið skal bara gjalda skúlagongdina, meðan Almanna- og heilsumálaráðið skal gjalda fyri sosialu ráðgevingina.

Ingvald er bangin fyri, at sosiali útflutningurin er ein háttur at loysa trupulleikarnar, sum passar føroysku politikarunum væl. Føroysku politikarnir sleppa undan at taka støðu til vanrøktina, tí fólkini flyta.

- Men tað er ikki lekidómur at senda børn og ung til eitt heilt annað land. Hetta er ein síðsti útvegur hjá kroystum foreldrum og ein flýggjan undan ábyrgd hjá politisku- og fyrisitingarligu umsitiningi, staðfestir Ingvald á Kamarinum.




Fylgigreinar:

Umsøknir bíða í Mentamálaráðnum

Ingvald á Kamarinum og onnur úr Fjordskolen skipaðu í Oktober 2007 fyri tiltakið í Miðlahúsinum, har tey kunnaðu um danska skúlan. Í hesum sambandið hevði Sosialurin samrøðu við hann, har hann undraðist yvir tøgnina í Mentamálaráðnum. Olaus Jespersen, leiðari á fólkaskúladeildini í Mentamálaráðnum, segði tá, at ráðið hevði fleiri umsøknir og at hesar fóru at fáa fundarboð »ein av fyrstu døgunum«. Í samband við greinarøð um mammur, sum stríddust fyri at veita børnum sínum nóg góða hjálp í Føroyum, spurdu vit aftur Olaus Jespersen um hetta, og hann greiddi frá at fólka- og løgtingsval vóru komin í vegin, men hann væntaði at málið fór at fáa skjóta viðgerð, nú nýggjur mentamálaráðharri er settur.

Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í Mentamálum, segði við Sosialin sagt, at hetta økið liggur hennara hjarta nær, og hon ætlar at raðfesta hetta høgt. Hon nevnir millum annað, at ein heildarætlan skal leggjast fyri hvørt einstakt barn við serligum tørvi. Men enn er einki konkret tiltak sett í verk.


Hvat kostar tað?

Í Fjordskolen ganga 20 næmingar, og átta fólk eru knýtt at stovninum. Hvør næmingur kostar umleið 300.000 túsund um árið.  Hetta er bara ein dagskúli, og um talan er um ein kostskúla, har børnini eisini búgva, liggur kostnaðurin um tær 600.000 krónurnar, metir Ingvald á Kamarinum. Mentamálaráðið segði í Oktober, at tey væntaðu at okkurt tilboð kom hetta skúlaárið kom til børn við menningarórógvi hetta skúlaárið, tí 500.000 krónur vóru settar av til hetta. Hvussu nógv børn eru send til danskar serskúlar hevur Sosialurin ikki eina samlaða mynd av.


Fyrimynd hjá enskum serlærarum

 Serskúlin hjá Ingvald á Kamarinum fekk í heyst vitjan av 10 enskum serlærarum, og teir vóru allir hugtiknir av skúlanum. Tað var Dansk Kulturinstitut sum saman við British Council skipaði fyri ferðini, og tey høvdu valt Fjordskolen út sum ein serliga góðan serskúla. Nakrir av ensku lærarunum vóru so hugtiknir, at teir spurdu um Ingvald ikki eisini kundi seta ein slíkan skúla á stovn í Englandi, tí so høvdu teir søkt um starv har. Ingvald á Kamarinum fegnaðist, sum hann sigur í grein her á síðuni, um heiðurin.



Næmingur rósar Ingvaldi

Fjordskolen leggur stóran dent á samstarv við foreldrini, børnini búgva heima, og foreldrini eru regluliga til fundir á skúlanum. Harumframt hevur byggir skúlin á at skapa tøtt sambond við børnini og geva teimum sjálvsálit og lívsgleði.

- Tað er ikki altíð lætt, men eitt bræv sum hetta gevur styrki at halda fram, sigur Ingvald á Kamarinum. Brævið hevur ein drongur á skúlanum skriva, eftir at Ingvald hevði arbeitt við forholdinum millum mammu og son.


Hey Ingvald

Eg havi biðið mammu um umbering, men hon vil ikki taka ímóti umberingini. Eg eri glaður fyri, at eg havi teg nú. Eg havi ein góðan dag/kvøld/morgun, tí tú hjálpir mær altíð. Og tað eri eg glaður um. Tú ert altíð har, tá man hevur brúk fyri tær. Eg vil sleppa at hjálpa tær. Eg skyldi tær alt, fyri alt sum tú hevur gjørt fyri meg. Tú gert meg glaðan, tá ið eg eri keddur, og tú dugir altíð at fáa meg at smílast. Eg eri glaður fyri at ganga á tínum skúla.

Klemm frá Nikolaj