Hugnalig kafé til frama fyri illa stødd børn í Føroyum

Í annaðkvøld, týskvøldið 30. November, klokkan 19 verður hugnalig tónleikakafé í Ósaskúlanum í Klaksvík. Tað eru Betesdakórið, Vitin, 17 Sangarar, Suð og Døgg, sum fara at føra fram og peningurin, sum kemur inn, fer til átakið ?Í menniskjum góður tokki?, sum savnar pening inn til børn í Føroyum, sum liva í trongum fíggjarligum korum.

- Tað eru ikki øll børn, sum gleða seg til jóla, tí á jólum merkja tey, meira enn nakrantíð, tær avmarkingar, ið fíggjarlig trongstøða hevur við sær, siga fyrireikararnir.

Tónleikacaféin er ókeypis, men møguleiki verður at stuðla við at keypa brendar mandlur, smákakur, heimagjørd bomm og hugnaligt jólaprýði.

Eisini fara listakvinnurnar Lydia Petersen, Dagny Tróndheim og Astrid Mouritsen, at hava listaframsýning og saman við Sædis Eilifsdóttir, fara tær at selja gandadeiggj, dekoratiónir, jólakort og annað jólaprýði. Bússur fara eisini at standa í høllini, so vitjandi kunnu lata eina peningagávu.