1. sunnudag í advent kl. 14.00 – 16.30 verður árliga jólasølan hjá Lions.
Á hvørjum ári síðan1989 hevur verið møguligt hjá ungum sum eldri at hittast eina løtu í Viðarlundini seinnapartin 1. sunnudag í advent, har ið møguligt er at keypa tilfar til jólaprýði at pynta sínar egnu stovur við.
Er tað onkur, sum ikki hevur stundir at gera sínar egnu dekoratiónir heima við hús, er møguligt at keypa slíkar. Einar 60-70 verða til sølu sunnudagin.
Meðan lurtað verður eftir jólatónleiki frá limum í Havnar Hornorkestri kanst tú somuleiðis keypa tær ein drekkamunn og okkurt gott afturvið.
Jólamenninir vitja sum vera man, og teir hava okkurt í posanum til børnini, sum plaga at vitja í stórum tali hendan dagin.
Tá ið fyrsta tiltakið var av hesum slag, var Viðarlundin berlig. Hetta var árið eftir, at jólaódnin blásti alt um koll. Men so við og við eru trøini vaksin aftur, og hóast økið, har ið tiltakið fer fram, er ikki so ovurhonds stórt, so er hugnaligt, og tað er týðiligt at jólastemningurin er um at koma hjá bæði børnum og vaksnum.
Ágóðin av tiltakinum fer sum altíð til góðgerandi endamál.
L C Tórshavn