Leygarkvøldið 8.mei skipa FSV-stuðlar fyri hugnakvøldi og 60-ara dansi í Síf-húsinum.
Byrjað verður kl.19.30, tá borðreitt verður við smyrjibreyði, øli og sodavatni. Á skránni verður eisini felagssangur og skemt, sum teir báðir Jens Eli Ellefsen og Magnus Magnussen fara at skipa fyri. Borðhaldið varir til umleið kl.23.00. Aftaná verður dansur, har høvi eisini verður at keypa sær okkurt til matna og at sløkkja tostan við.
Thunderbirds úr Vestmanna og Teenagers úr Sandavági fara at spæla til dansin.
Tekningarlistar liggja frammi Hjá Ingu í Sandavági og Mylluni í Miðvági. Eisini ber til at boða frá luttøku á tlf. 332806 og 333216 í seinasta lagi fríggjakvøldið kl. 20.00.
Fyrireikararnir.