Hugleiðing um kirkjuna millum tjarna

yrking

Har sum áður bert vaks gras og berjalyngur

Kirkjan nú stendur, broyttist sjónarringur

Har sum piltar ferðaðust í haga

Fóru ferðir, upp um garð at kaga

Har sum vilt var óbygt lendi

Funnu nýggjar leiðir, ongin kendi

Millum tjarnir, onki mundi saka

Bóru byrðar, sigldu har við flaka

Tíðin brátt við øllum fór

Hagin hvarv og bygdin stór

Har alt vaks og nørdist

Grógvin partur av Havnini gjørdist

Kirkjan nú stendur, sjón for søgn

Millum Tútakannu- og Myllutjørn

Dagar mót himni, hon stásilig stár

Hon boðini ber, fara dagar og ár

Um enn fjarskotin ella heima

Hugur so ofta í Hoyvík man sveima

Tíðir broytast, eins og hugur barna

Stolt stendur kirkjan millum tjarna



2. nov. 2007 D.Olsen